Fótbóltur

Rannvá B. Andreasen: Vit skulu spæla okkara besta dyst i hesari kappingini

Føroyka liðið leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar til seinasta dystin í hesari undankappingini. Talan er um risauppgávu.

Rannvá B. Andreasen(nr.9) eftir fyrsta dystin í undankappingi. Nú er tann seinasti á skránni, og føroyingarnir vilja vísa á menningina hjá liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá B. Andreasen(nr.9) eftir fyrsta dystin í undankappingi. Nú er tann seinasti á skránni, og føroyingarnir vilja vísa á menningina hjá liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-03 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skulu føroysku kvinnurnar gloypa einum stórum bita, tá týska landsliðið vitjar á Tórsvølli. Týskland hevur vunnið HM tvær ferðir og EM heili sjey ferðir, og liggur í løtuni nummar tvey á styrkislistanum hjá FIFA. 

37-ára gamla Rannvá B. Andreasen hevur vunnið 18 FM-heiti við KÍ og skorað 675 mál fyei felagið. Hon er liðskipari og tann allarroyndasti leikarin í føroyska hópinum. Rannvá vísur á, at føroyska liðið hevur ment seg ígjøgnum hesa undankappingina:

- Vit fyrireika okkum til hendan dystin sum vit hava gjørt til hinar dystirnar í undankappingini. Vit hava gjørt framstig ígjøgnum alla kappingina, við tað at vit hava fingið betri úrslit frá fyrsta til næsta dyst ímóti øllum londunum. So eg trúgvi, at vit klára at forbetra okkum frà stórtapinum í Týsklandi.

Føroyska liðið tapti heili 11-0 í Aspach í Suðurtýsklandi í oktober í fjør. Hetta vóna Rannvá og hinar at betra munandi um á Tórsvølli í morgin, og harvið aftur vísa at føroyska liðið er á rættari leið í menningartilgongdini:

- Eg vóni, at vit minimum klára at minka tapi niður í helvt í mun til fyrra dystin. Men fyri at vit skula klára tað, so skula vit spæla okkara besta dyst i hesari kappingini. Tað hevði veri gott at fingið eitt gott úrslit móti ein av heimsins bestu liðum, sum kann vísa at vit hava flutt okkum rætta vegin. Vit hava langt eftir á mál, men vit eru á rættari leið. Og tað hevði veri gott at fólk sóu tað!

Føroyar og Týskland spæla klokkan 16.00 í morgin

Les eisini: https://roysni.fo/foroysku-kvinnurnar-hava-risauppgavu-fyri-framman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder