Fótbóltur

René og Ári nýggir menn á miðvøllinum

Teir byrja inni í hvør sínari síðu - fyri teir skaðadarvaðu Sølva Vatnhamar og Meinhard Olsen. Jóan Símun Edmundsson er fremsti maður, og Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen eru aftur í verjuketuni. Málskjúttarnir frá Moldova-dystinum byrja á bonkinum.

Ári Mohr Jónsson (t.v.) spælir vanligt sum vinstri bakkur/vongbakkur, men byrjar í dag inni á vinstra vongi í dag. Har hevur 27-ára gamli havnarmaðurin spælt nakrar dystir undir Håkani Ericson. Klæmint Andrasson Olsen (t.h) byrjar á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Ári Mohr Jónsson (t.v.) spælir vanligt sum vinstri bakkur/vongbakkur, men byrjar í dag inni á vinstra vongi í dag. Har hevur 27-ára gamli havnarmaðurin spælt nakrar dystir undir Håkani Ericson. Klæmint Andrasson Olsen (t.h) byrjar á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-09 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm broytingar eru í føroysku byrjanaruppstillingini í mun til seinasta dystin, ið var 2-1 sigurin á Moldova fyri beint yvir einum mánaði síðani.

Av teimum sum eru farnir út eru tveir als ikki við - báðir vórðu úttiknir men eru kortini ikki tøkir vegna skaða - og tað eru Daniel Johansen og Meinhard Egilsson Olsen, ið mannaðu vinstru síðuna seinast. Í teirra stað koma Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson, ið báðir endaðu í sóttarhaldi ístaðin fyri á vøllinum fyri Føroyar fyrst í september.

Sí eisini: Viljormur: Søguligu avrikini og Skansin geva okkum nakað eyka

Sonni Ragnar Nattestad, ið ikki var heilt birgur móti Moldova, kemur inn á plássið hjá Heina Vatnsdal, sum spældi trygt og væl í miðverjuni. Vágbingurin skoraði til 2-0 í tí dystinum. Maðurin, ið skoraði til 1-0 byrjar eisini á bonkinum. Klæmint Andrasson Olsen er avloystur, og tað er Jóan Símun Edmundsson, ið byrjar sum fremsti maður.

[object Object]
Sølvi Vatnahamar var meira saman við fysioterapeutinum enn liðfeløgunum í gjár 

[object Object]Håkan Ericson hevur blandað kortini av nýggjum (Myndir: Sverri Egholm) 

Síðsta broytingin er á høgra kanti. Tað er rennisterki og skjóti René Shaki Joensen, ið avloysir rennisterka og roynda Sølva Vatnhamar, ið hevur so at siga átt hetta plássið seinastu sjey árini. Tað verður ikki mett, at 35-ára gamli leirvíkingurin, sum ikki vandi við í gjár, er nóg væl fyri til at byrja inn.

Liðformaðurin Hallur Hansson spælir sín fyrsta kappingardyst síðani dystin móti Moldova.

Sí eisini: Hallur: Vit eru øgiliga spentir

Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson

Bonkur: Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Andrasson Olsen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, John Frederiksen, Hannes Agnarsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder