Fótbóltur

Rosenørn heldur fram hjá KÍ

Klaksvíkingar leingja við trygga danan í málinum.

(Mynd: KÍ)

(Mynd: KÍ)

2021-10-13 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ sum kann tryggja sær FM-heitið leygardagin, hevur longt sáttmálan við trygga málverjan Mathias Brinch Rosenørn.

28 ára gamli málverjin er uppaldur í Esbjerg FB, og kom til KÍ undan kappingarárinum í ár.

Mathias Brinch Rosenørn hevur spælt 18 dystir fyri KÍ, sum samanlagt bara hevur latið sjey mál inn í landskappingini higartil.

Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ 65 stig (23 dystir)
2. Víkingur 56 stig (24 dystir)
3. HB 49 stig (23 dystir)
4. B36 42 stig (24 dystir)
5. NSÍ 38 stig (24 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (24 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (23 dystir)
8. B68 19 stig (24 dystir)
9. ÍF 16 stig (24 dystir)
10. TB 3 stig (23 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder