Mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova, og týsdagin var fyrsta venjingin á skránni.
Ein av teimum, ið aftur hesa ferð myndar føroyska landsliðið, og sum higartil er skrásettur fyri 73 A-landsdystir og tvey mál fyri Føroyar, er Odmar Færø.
Aftaná venjingina hóskvøldið fekk FSF Varpið orðið á krútsterka miðverjan, ið millum annað sigur, at sjálvt um vit eru komin út í november mánað, so er tað altíð hugaligt at venja við landsliðnum. Sí samrøðuna omanfyri.
Sí eisini: Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald