Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
17. September 2024
-
17. September 2024 13:07
Martin skoraði í sínum fyrsta dysti fyri Fremad
Liðið úr Aarhus vann í Thisted, har Heini Fossdalsá Sørensen og hinir tóku ímóti. Umframt Martin Agnarsson, skoraði fyrrverandi KÍ-áleyparin Anders Holvad
-
-
22. September 2024
-
22. September 2024 08:11
AIK hevur vunnið seks av teimum seinastu sjey
Og liðið er ósigrað síðani fyrst í august. Mikkjal Thomassen og hansara menn sigraðu á útivølli móti Kalmar í gjár og eru nú á 4. plássi í Allsvenskan
-
-
24. September 2024
-
24. September 2024 11:59
Adrian brendi brotsspark - Daniel dagsins maður
Misjavnt kvøld hjá føroyingunum í Hillerød, sum hevði sínar møguleikar men tapti 3-0 fyri Fredericia á heimavølli. Mattias Lamhauge sat á bonkinum allar 90 minuttirnar
-
-
25. September 2024
-
25. September 2024 12:04
Víkingur hevur fingið innanhýsis yvirtakið móti KÍ
Víkingarnir hava vunnið fýra av teimum seinastu seks kappingardystum móti KÍ. Harav er bert ein spældur í Sarpugerði, har liðini spæla í kvøld klokkan 17
-
-
-
25. September 2024 19:10
KÍ koppaði Víkingi og útsetti FM-veitsluna
Endaði 1-2 í inntensa dystinum har royndir KÍ-spælarar gjørdu mun, og har Víkingur kundi fingið 1-1 málið. Seks stig og 24 mál skilja liðini undan seinastu fýra umførunum
-
-
-
25. September 2024 20:50
Myndir: Víkingur - KÍ
Sí myndir frá oddadystinum í Norðragøtu, sum KÍ vann 2-1
-
-
26. September 2024
-
26. September 2024 18:56
A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober
Mánadagin fer Håkan Ericson at kunngerða hópin til heimadystirnar móti Armenia og Lettlandi. Ongantíð í hansara tíð hevur trýstið at fáa fleiri stig í einum landsliðsvindeyga verið størri, og starvið kom sum skilst undir luppin fyrr í mánaðinum
-
-
27. September 2024
-
27. September 2024 15:54
Til ber at stroyma landsdystin í Slovakia
Karin Egholm og Fríði Nolsøe Olsen eru við á dómaraseðlanum ístaðin fyri Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen, sum eru skaðadarvaðar. EM-fyrireikingardysturin byrjar klokkan 17 og sæst á live.hsf.fo
-
-
28. September 2024
-
28. September 2024 19:51
EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær plássið í deildini
1-0 til NSÍ í steðginum í Streymnesi, men EB/Streymur vendi ølum á høvdið í flottum 2. hálvleiki og vann 4-1. Lukkutíð fyri NSÍ blakaði B36 tvær ferðirnar leiðsluna burtur móti HB
-
-
-
28. September 2024 20:47
Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði
Kappingarnevndin hjá FSF skal nú taka støðu til, hvat skal henda við dystin, sum varð blástur av eftir 88 minuttir vegna hending á áskoðaraplássinum. Avrátt var annars at støðan, 1-3 til B68, varð úrslitið. Har er tó eingin heimild til tess
-
-
29. September 2024
-
29. September 2024 17:35
KÍ leggur eitt sindur av trýsti á Víking
Avrikið í Sørvági í dag var annars langt frá sannførandi, men 20.landskappingarmálið hjá Pálli Klettskarð tryggjaði tíggjunda sigurin á rað. Trý stig og 25 mál upp til Víking, sum spælir á Skála í morgin
-
-
-
29. September 2024 20:21
Árni heldur fram í KÍ
Nú er greitt, at 32-ára gamli vongurin við gylta vinstrabeininum og evropeiska málmetinum heldur fram í kongabláum til og við 2026. Fyrsti nýggi "stóri" sáttmálin hjá KÍ er uppá pláss
-
-
-
29. September 2024 21:13
Håkan hevur helst onkrar nýggjar møguleikar í hópinum
Broytingar kunnu væntast í sambandi við úttøkuna til lykladystirnar í oktober. Lyklaspælarar kunnu vera aftur at síggja - liðið verður kunngjørt á tíðindafundi í morgin klokkan 10 - her er ein meting
-
-
30. September 2024
-
30. September 2024 10:18
Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystir
Teitur Matras Gestsson og Mattias Lamhauge skulu aftur kappast við Bárð á Reynatrøð, Odmar Færø er tøkur í miðverjuni - Jóannes Bjartalíð og Hannes Agnarsson koma við sereginleikum. Bíðað verður eftir Brandi Hendriksson
-
-
-
30. September 2024 13:33
Víkingur skal koma aftur á sigurskós á Skála
Liva stórfavorittarnir upp til tann leiklutin, so kann FM koma endaliga uppá pláss fríggjakvøldið. Fyrsta bríksl á Skála í kvøld verður klokkan 18.30
-
-
-
30. September 2024 21:12
Myndir: Skála - Víkingur
Víkingur vann 3-0 og hevur beina kós móti meistaraheitinum. Sí myndir
-
-
-
30. September 2024 21:58
Metmálskjúttin hjá KÍ fer ongan veg
Toppskjúttin í Betrideildini vildi einki siga um framtíð sína í síðstu viku, men 34-ára gamli Páll Klettskarð hevur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.
-
-
01. October 2024
-
01. October 2024 12:07
Váttað: Magnus Powell settur sum KÍ-venjari
Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, so verður tað 49-ára gamli sviin, við fortíð í 07 Vestur, sum tekur við róðrinum í Klaksvík. - Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast, sigur Powell
-
-
-
01. October 2024 10:34
Video: Adrian við sínum áttanda landskappingarmáli
Føroyski vongurin er næstbesti málskjútti í NordicBet-deildini og tykist vera væl fyri til landsdystirnar í 10. oktober og 13. oktober. Adrian Justinussen tryggjaði Hillerød eitt stig í Esbjerg, har Daniel Johansen eisini byrjaði inni
-
-
-
01. October 2024 15:56
Hallur er heldur ikki tøkur hesaferð
Håkan Ericson staðfesti í gjár, at royndi miðvallarin segði annars takk aðru ferð á rað. Kropsliga støðan er orsøkin, sigur sviin - Hallur Hansson hevur sjálvur onga viðmerking
-
-
-
01. October 2024 18:40
Tí varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur
- Orsakað av vantandi ásetingum í kappingarreglunum og fordømum er støði tikið í líknandi málum og mannagongdum í grannalondunum, skrivar FSF, sum hevur styðjað seg á altjóða reglur
-
-
-
01. October 2024 17:59
1-3 staðfest eftir seks margháttligar minuttir
Einki mál kom, tá spælið varð tikið uppaftur í Fuglafirði eftir trý samdøgur. Harvið fær B68 trý stig móti ÍF - Ongin áseting er í kappingareglunum um, at slíkir dystir skulu takast uppaftur, men FSF gjørdi tað kortini
-
-
02. October 2024
-
02. October 2024 13:27
HB og Hanus hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni
Í løtuni fyriheldur spælarin seg bert til, at hann hevur sáttmála við HB til endan av oktober - formaðurin í HB staðfestir, at Hanus Sørensen ikki kann spæla steypafinalu, og at hann ikki heldur fram í felagnum.
-
-
03. October 2024
-
03. October 2024 12:57
HB er í samráðingum við lyklaspælarar
Áki Samuelsen, Mathias Voss og Teitur Matras Gestsson eru millum teir uttan sáttmála fyri næsta ár. Áhugi er eisini aðrastaðni frá - millum annað úr Klaksvík og uttanlands
-