Hillerød Fodbold fekk eitt stig í Esbjerg sunnudagin, og var tað Adrian Rúnason Justinussen, sum skoraði málið hjá útiliðnum.
Esbjerg legði seg á odda í 10. minutti við heldur tilvildarligum mál, men miðskeiðis í 1. hálvleiki spældi Hillerød væl, og Adrian rann rætt.
26-ára gamli føroyingurin var púra fríur inni í brotsteignum, hann setti høgra fótin á, og so var 1-1.
Málið hjá Adriani sæst á TV2 Sport - HER
Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og eitt "gott" stig hjá Hillerød at fáa við. Daniel Johansen og Adrian Justinussen byrjaðu báðir - síðstnevndi var púra kaldur, tá hann fekk møguleikan frammanfyri málinum hjá Esbjerg.
Adrian sær út til at vera væl fyri til landsdystirnar móti Armenia (10. oktober) og Lettland (13. oktober) á heimavølli. Talan er um dystir, har Føroyar veruliga tørva mál og stig - so er spurningurin, hvønn leiklut Adrian Justinussen fær.
Sí eisini: - (Video): Eg má bara gera mítt besta hvørja ferð (Samrøða við Adrian í Riga)
Hillerød liggur nummar níggju av teimum tólv liðunum í næstbestu donsku deildini. 11 umfør eru spæld, og Adrian Justinussen hevur skotið átta mál. Tað er næstflest í NordicBet deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald