placeholder
Annað

Seks gullheiðursmerki í Varberg

Tað gekk væl, tá 19 svimjarar úr Havnar Svimjifelag kappaðust til Bockstensdoppet 2022 í Varberg í Svøríki – Tað bleiv til seks gull- seks silvur, og tvey bronsuheiðursmerki.

19 svimjarar úr Havn kappaðust í Varberg (Mynd: Havnar Svimjifelag)

19 svimjarar úr Havn kappaðust í Varberg (Mynd: Havnar Svimjifelag)

2022-07-11 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gekk væl, tá 19 svimjarar úr Havnar Svimjifelag kappaðust til Bockstensdoppet 2022 í Varberg í Svøríki.

Teir fingu møguleikan at royna seg við harðari kapping frá sterkum svimjarum úr Danmark, Noregi og Svøríki, og sambært Havnar Svimjifelag hava nógvar betringar verið at sæð, og bleiv tað til nógv góð úrslit.

Svimjararnir megnaðu at fáa heili seks gullheiðursmerki, seks silvur- og tvey bronsu- heiðursmerki.

– Í svimjing snýr alt seg ikki um heiðursmerki, tað er nógv annað at arbeiða við hjá svimjarunum, til dømis at svimja seg til nálatíðir, sum eru varðar á vegnum í svimjiheiminum, betra seg í ávísum greinum og ikki minst at kappast við seg sjálvar fyri at betra sínar egnar tíðir, skrivar Havnar Svimjifelag.

– Tað vóru okkara bestu svimjarar Bartal E. Eidesgaard (2003) og Eyðrið Mortensen (2003), sum fóru við flestu heiðursmerkjum. Bartal svam seg til fýra gull- tvey silvurheiðursmerki, og Eyðrið fekk tvey gull- og eitt silvursheiðursmerki. Villiam Marius Samuelsen (2005), Bartal E. Eidesgaard (2003), Ari Rasmussen Weihe (2005) og Oddvaldur Leivsson (2008) vunnu bronsumerki í 4x50 blandað.

– Harafturat bleiv Bartal kosin besti svimjari í allari kappingini og fekk eitt gávurkort á kr. 1.000.

– Tað vóru eisini aðrir svimjarar, sum gjørdu seg galdandi, tá ið tað kom til heiðursmerki, tey vóru Ronja Ró í Dímun (2004), sum fekk eitt silvurheiðursmerki, Villiam Marius Samuelsen (2005) eitt bronsuheiðursmeriki og Dortea Dam (2007) tvey silvurheiðursmerki.

Úrslitini síggjast niðanfyri (grein, tíð, bólkur):

Gull:
Bartal E. Eidesgaard, 100 bringa, 02.09.43, A
Bartal E. Eidesgaard, 200 blandað, 02.16.00, A
Bartal E. Eidesgaard, 50 bringa, 30.13, A
Bartal E. Eidesgaard, 50 frí, 24.62, A
Eyðrið Mortensen, 200 blandað, 2.30.52, A
Eyðrið Mortensen, 400 frí, 4.42.12, A

Silvur:
Svimjari Grein Tíð Bólkur
Bartal E. Eidesgaard, 100 frí, 53.30, A
Bartal E. Eidesgaard, 200 frí, 2.00.03, A
Dortea Dam, 100 rygg, 1.15.67, B
Dortea Dam, 200 rygg, 2.44.84, B
Eyðrið Mortensen, 200 frí, 2.14.02, A
Ronja Ró í Dímun, 50 frí, 28.87, A

Bronsa:
Villiam Marius Samuelsen, 50 rygg, 30.26, A

Stafett:
Villiam Marius Samuelsen, Bartal E. Eidesgaard, Ari Rasmussen Weihe og Oddvaldur Leivsson, 4x50 blandað, 1.59.48, Opin

Til ber at síggja øll úrslitini frá svimjikappingini her.

Ferðalagið kemur aftur til Føroyar í kvøld, tá ein væl uppiborin summarferia byrjar, skrivar svimjifelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder