
FM-sigurin hjá Havnar Bóltfelag í gjár er samstundis garantur fyri nógvum milliónum.
Tað visti útvarpið í kvøld, sum hevur fingið tølini frá Fótbóltssambandinum.
Fyri at vinna FM fær HB 260.000 evrur sum eru knappar tvær milliónir krónur. Afturat hesum fær felagið 280.000 evrur fyri at koma í Champions League-undankappingina, sum eru góðar tvær milliónir krónur.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Eydnast at spæla seg víðari í Champions League fær felagið tríggjar milliónir afturat. Eydnast hetta ikki og føroysku meistararnir rýka út, so sleppa teir at luttaka í undankappingini til Europa League. Hetta fær HB tvær milliónir fyri, skrivar kvf.fo.
Sostatt fær HB seks til sjey milliónir fyri 23. FM-heitið, sum kom í hús í 2-1 sigri í Klaksvík seinnapartin í gjár.
Peningurin kemur sjálvsagt, tí HB hevur øktar útreiðslur til ferðing og annað tá dystirnir skulu spælast, men tað er greitt, at ein partur liggur eftir til felagið.
Sí eisini: Video: Magnus Egilsson: At fáa tað heim í Klaksvík var deiligt
Sí eisini: Video: Jógvan Rói Davidsen: Hugsa ikki um næsta kappingarár beint nú
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald