Hondbóltur

Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum

Pernille Brandenborg og Bjarta Johansen eru kamarsfelagar og hava verið liðfelagar í næstan tíggju ár. Onnur spælir yrkishondbólt og í Champions League, meðan hin jonglerar eitt familju og arbeiðslív við seinasta árinum í Kyndli. Hoyr longri samrøðu her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-15 14:15 Author image
Ítróttatoymið
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Í eina tíð spældu tær saman við Vendsyssel í næstbestu donsku deildini, og seinastu níggju árini  hava tær verið landsliðsliðfelagar.

Størsta partin av tíðini hava Bjarta Osberg Johansen og Pernille Brandenborg verið kamarsfelagari - Bjarta hevur líka verið burtur eina løtu vegna "eitt sindur av barnsburð", staðfestir Pernille, ið setur stórt virði í samstarvið.

[object Object]Bjarta Osberg Johansen og Pernille Brandenborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit eru ógvuliga ymiskar, men vit hava altíð funnið útav tí. Tað er gott at hava eina, sum man kann flenna nógv saman við, býta ein pakka av blandaðum bommum við, og eisini tosa um ymiskt dypri við - tað sum fyllur tá.

Tær eru báðar strikuspælarar, men als ikki sama salg av strikuspælara. Bjarta Osberg Johansen og Pernille Brandenborg hava javngamlar mammur, sum eru úr Klaksvík, og tað er eisini stuttligt at hava til felags, halda spælararnir við nógvum landsdystum.

Pernille í Champions League - Bjarta í sínum seinasta ári

Í mun til hvar tær eru í lívinum, so er tað ógvuliga ymiskt. 32-ára gamla Bjarta Johansen er í gongd við sítt síðsta kappingarár í barndómsfelagnum Kyndli og í sínari seinastu undankapping.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Eg eri troytt nú. Tað noyðist eg at viðganga. Tað er ikki eins motiverandi sum áður, men har er landsliðið ein stór gularót, og so tað at vónandi enda við nøkrum finalum við Kyndli. Eg havi børn og eini hús í Havn at betala, so eg noyðist at hugsa um framtíðina - hetta verður mítt seinasta kappingarár og seinasta undankappingin við landsliðnum.

Sí eisini: Bjarta eftir HM-plássið: - Nú noyðist eg at taka eitt ár afturat

Hetta hevur Bjarta áður sagt. Pernille staðfestir, at hon ikki hevur skula jonglera tað at spæla áhugahondbólt og hava børn, men at tað nú er ógvuliga gott at bert hugsavna seg um hondbólt. Landsliðsliðskiparin er yrkisspælari í Storhamar í Noreg, og liðið er við í Champions League - hon er komin langt síðani fyrsta landsdystn í 2016, tá sterki strikuspælarin spældi í triðbestu deildini.

- Tað er ein framíhjárættur, at bert kunna hugsavna seg um hondbólt, sjálvt um tað eisini kann vera strævið. Her eru spennandi avbjóðingar, og man kann hugsavna seg um at menna seg sum spælari allatíðina. Hetta er langt frá, har su eg var, tá eg kom á landsliðið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

28-ára gamla Pernille Brandenborg hevur spælt flest A-landsdystir á kvinnusíðuni, 48 sambært Hansballstatz, meðan Bjarta Johansne í kvøld javnar talið hjá Turið Arge Samuelsen á 2. plásisinum (44).

Tær staðfesta í samrøðuni, at menningin á landsliðnum hevur verið øðilig - nú er nógv spenanndi uppá spæl, hvørjaferð liðið er saman og spælir, og støðufesti er á venjaraplássinum.

Hoyr Penille og Bjartu seta orð á alt hetta omanfyri - tær spæla EM-undandyst í Reykjavík klokkan 20.30 í kvøld. Vit fylgja gongdini.

Sí eisini: Føroyska ferðin móti EM byrjar í Reykjavík í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder