Annað

Seyðahundakapping í Húsavík um vikuskiftið

Sandoyar Seyðahundafelag er vertur fyri kappingini, sum verður leygardagin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-06 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin verður aftur seyðahundakapping á skránni. Hesa ferð er tað Sandoyar Seyðahundafelag, sum er vertur, og kappingin verður hildin í Húsavík.

Kappingarøkið, verður í garðinum í Bø, har umstøðurnar eru sera góðar til seyðahundakappingar, í øllum trimum klassunum: klassa 1, 2 og 3, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Hetta er fimta árið á rað, at Sandoyar Seyðahundafelag bjóðar seg fram sum vertur fyri einari kapping.

Kappingin byrjar klokkan átta leygarmorgunin, og higartil eru 22 hundar timeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar.

Seyðurin í Húsavík er lættur og róligur at arbeiða við, og hetta gevur góðar umstøður fyri eina góða og spennandi kapping.

Í klassunum 1 og 2 eru enn ikki so nógvir unghundar tilmeldaðir. Vónin hjá Seyðahundasambandi Føroya er tó, at undirtøkan fer at vaksa komandi árini, og at fleiri ung og nýggir handlarir fara at taka av møguleikanum at royna seg í hesi ítróttargreinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder