Setanin av World Trial seyðahundakappingini var í gjár, 16 september. Nógv varð gjørt burtur úr. Allir luttakarirnir gingu skrúðgongu. Tummas Jacobsen var flaggberi hjá Føroyum.
Seinni stillaðu Jónstein Petersen, familjan og hundarnir upp til myndatøku hjá fyriskiparunum.
World trial verður hildi triðja hvørt ár. Vanliga er kappingin í einum av teimum bretsku londunum: Skotlandi, Wales, Onglandi ella Írlandi. Í ár verður gjørt serliga nógv burtur úr at “seyðahundarnir koma heim”. Hetta kemst av at Border Collie hundarnir upprunaliga koma úr økinum við markið í millum Ongland og Skotland, har kappingin er í ár.
Væntandi verða í millum 20.000 og 30.000 gestir hesar fimm dagarnir tiltakið varir. Har afturat verður væntað, at fólk úr øllum heiminum fara at fylgja við á stroymingini.
Innleiðandi umførini byrja í morgun, tá skulu Jónstein og Kvikk royna seg á breyt 3. Teir eru nummar trý í røðini. Kappingin byrjar longu nú klokkan 7.30, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Stroyming kann keypast her
![]()
Gripur og Kvikk (Mynd: Phil Wilkinson)
Føroyar eru umboðaðar av Jónstein Petersen við hundunum “Gripur” og “Kvikk” og Tummas Jacobsen við hundinum “Moss”. Teir skulu kappast ímóti yvir 300 luttakarum úr 33 tjóðum.
Innleiðandi umfør verða í dag og í morgin. Leygardagin verður semifinala. Og sunnudagin verður finala, har heimsmeistarin verður funnin. Í innleiðandi umførunum verður kappast á trimum breytum samstundis, seks luttakarar sleppa víðari av hvørjari breyt hvønn dagin. 15 teir bestu sleppa úr semifinaluni, í finaluna sunnudagin.
Meira um kappingina sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald