Fótbóltur

Síðstu áttandapartsfinalurnar á skránni í dag

Lagt er upp til, at liðini av iberisku hálvoynni spæla seg í fjórðingsfinaluna, men Marokko og Sveis kunnu vísa seg at gerast stórir bitar at svølgja.

Sergio Busquets og liðfelagar hansara megnaðu ikki at vinna á Japan - nú skal Marokko basast (Mynd: EPA)

Sergio Busquets og liðfelagar hansara megnaðu ikki at vinna á Japan - nú skal Marokko basast (Mynd: EPA)

2022-12-06 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avgerandi tíðarskeiðið í HM-endaspælinum er í gongd, og seks lið eru sligin út seinastu tríggjar dagarnar. Í øllum áttandapartsfinalunum hava favorittarnir vunnu, og heldur tað rákið fram í dag, verður ein av fjórðingsfinalunum millum grannarnir á iberisku hálvoynni, Spania og Portugal.

Fyri at hendan spennandi uppgerðin skal gerast veruleiki leygardagin, skulu liðini framvið ávíkavist Marokko og Sveis.

Marokko vann óvæntað sín bólk við millum annað at vinna á Belgia, og norðurafrikanska landið skal nú royna at taka næsta stóra fetið. Spanska liðið hevur verið fyri nógvum atfinningum í sponsku miðlunum eftir tapið fyri Japan í seinasta dystinum í bólkaspælinum móti Japan, og landsliðsvenjarin Luis Enrique hevur ilskast um hetta. Tað er helst eingin ivi um, at Spania kann fáa veruligar avbjóðingar av Marokko, men samstundis er lítil ivi um, at um spaniólar spæla upp til sín besta, so fara teir víðari til sína fyrstu HM-fjórðingsfinalu síðani 2010, tá landið gjørdist heimsmeistarar.

[object Object]
Luis Enruqe hevur á tíðindafundi sagt, at sponsku fjølmiðlarnir eru ov neiligir 

[object Object]

[object Object]
Tað sigst at vera køld luft millum venjaran og liðformannin (Myndir: EPA)

Í Portugal hevur verið nógv prát og kjak um Cristiano Ronaldo. Sambært atkvøðurgreiðslum, viðmerkingum o.s.fr ynskir ein meiriluti liðformannin og legenduna úr byrjanaruppstillingina. Fleiri miðlar hava eisini skrivað, at 37-ára gamli Ronaldo hevur avtalu í lag við felag í Saudiarabia, ið fer at gera hann til best lønta ítróttarfólk í heiminum nakrantíð, og at ósemja er millum venjaran Fernando Santos og Ronaldo. Santos vil ikki staðfesta, um Ronaldo verður liðformaður ella byrjar inni í kvøld.

Portugal – Sveis er helst á pappírinum mest javna áttandapartsfinalan. Sveis hevue nógvar royndir og spennandi leikarar á liðnum og kom í fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum í fjør við at vinna á Fraklandi. Portugal – við ella uttan Ronaldo á vøllinum – skal halda Sveis burtur og royna at spæla seg til sína bert triðju HM-fjórðingsfinalu í søguni.

Týsdagin 06.12:
15.00: Marokko - Spania
19.00: Portugal - Sveis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder