Fótbóltur

Símun Rógvi Hansen fer heim til B71

Sandoyingar styrkja seg í málinum við Símun Rógva Hansen, sum kemur aftur til barndómsfelagið. Hann verður eisini tengdur at besta mansliðnum sum málmansvenjari.

Símun Rógvi Hansen her fyri B36 í avgerandi dystinum um FM í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Símun Rógvi Hansen her fyri B36 í avgerandi dystinum um FM í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-16 18:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimasandsmaðurin Símun Rógvi Hansen leitar sær aftur til røturnar og hevur skrivað undir sáttmála við B71.

B71.fo skrivar á heimasíðuni, at Símun Rógvi verður tengdur at besta mansliðnum hjá felagnum í 1. deild bæði sum málverji, men eisini sum málmansvenjari. Eisini fer hann at hava ábyrgdina av reglulgiari málmansvenjing í felagnum mionst ein dag um vikuna kappingarárið út.

- Nú Símun Rógvi legst afturat hópinum í 2022, so fáa vit eina rúgvu av førleikum, ið hava stóran týdning fyri ikki bert málsetning hjá monnunum komandi kappingarár, men felagnum sum heild. Afturat tí at maðurin kemur at kappast um málmanspostin við sera dugnaligu málverjarnar frá í fjør, Gerhard P. Lognberg og Jóhan Herálv Hentze, so kemur hann at læra frá sær sum venjari, ið m.a. nýggjasti ungi málverjin, og nærmasta familja hjá Símun Rógva, Wenningsted Ørvarodd man vera ein sum kemur at nýta gott av, skrivar B71 á heimasíðuni.

Símun Rógvi Hansen leikti sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið hjá B71 í 2005, og spældi fimm kappingarár á besta liðnum hjá felagnum. Síðani hevur hann spælt við HB, AB, NSÍ, B36 og í tveimum umførum hevur hann leitað aftur á slóðina í B71.

[object Object]Karl Vidtfeldt, formaður í B71 og Símun Rógvi Hansen (Mynd: Helen Goffe / B71)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder