2026-11-20 21:58
Isak Brisenfeldt tók í kvøld føroyska metið í 200 frí.
Hetta var á donsku stevnuni "DM fyri lið", sum verður hildin í Kastrup um vikuskiftið.
Hann vann kappingina við tíðini 1.45.79, sum eisini er felagsmet hjá Ålborg Svømmeklub. Gamla metið átti Pál Joensen frá 2008 var 1.46.61, so talan er um eitt 18 ára gamalt met. Tá var Isak Brisenfeldt bara tvey ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald