Fótbóltur

Sjey leikarar úr triðju bestu deildini á danska landsliðið

Fyrstu sjey leikararnir eru klárir.

Christian Offenberg

Christian Offenberg

2018-09-04 13:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú danska fótbóltssambandið (DBU) og landsliðsleikararnir enn ikki eru samdir um at leingja verandi sáttmála ella semjast um nýggjan sáttmála, fór DBU at leita eftir nýggjum leikarum at umboða landið í komandi landsdystunum móti Slovakia og Wales.

Nú skriva danskir miðlar, at sjey teir fyrstu leikararnir eru funnir.

Fyrsta navnið, sum varð nevnt, er 30 ára gamli Chrsitian Offenberg, sum spælir við Avarta í 2. deild (triðja bestu deildin). Offenberg er áleypari og toppskjútti í deildini við fimm málum eftir seks dystum. Offenberg sigur fyri DR, at hann spælir við um DBU og landsliðsleikararnir ikki semjast til tíðina.

Ein annar leikari hjá Avarta hevur eisini takka ja til at spæla á landsliðinum. Leikararnir ynskja at spæla fyri landsliðið, tí at teir ynskja at sleppa undan, at danskur fótbóltur verður raktur av revsitiltøkum, um DBU ikki fær stilla eitt lið til dyst.

Fimm leikarar úr TPI (Tarup Paarup Idrætsforening), sum eisini spælir í 2. deild, eru eisini úttiknir til landsdystin móti Slovakia, sigur TV2/Fyn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder