Fótbóltur

Skulu spæla venjingardyst í Norðurmakedónia tríggjar dagar aftaná fyrsta undankappingardystin

27. mars skal føroyska A-landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni spæla móti norðurmakedónum.

Todor Proeski National Stadion í Skopje, har dysturin verður spældur. Tað er álagt krav frá UEFA, at A-landslið spæla í minsta lagi tíggju dystir um árið (Mynd: fsf.fo)

Todor Proeski National Stadion í Skopje, har dysturin verður spældur. Tað er álagt krav frá UEFA, at A-landslið spæla í minsta lagi tíggju dystir um árið (Mynd: fsf.fo)

2023-01-18 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24. mars seta Føroyar hol á undankappingina til EM 2024 við útidysti móti Moldova. Harvið byrjar hendan undankappingin júst sum tann seinasta - í mars 2021 spældu Føroyar 1-1 í Chisnau í fyrsta HM-undankappingardystinum. 

Fyri tveimum árum síðani var farið beinleiðis víðari til undankappingardyst í Eysturríki og síðani Skotlandi. Hesuferð er bert ein undankappingardystur á skránni - tí bert fimm lið eru í bólkinum - men UEFA krevur vegna sjónvarpsavtalurnar, at øll limalondini spæla tíggju landsdystir eisini í 2023, og tí skal ein venjingardystur inn í mars fyri fyrst.

Tann venjingardystin hevur Fótbóltssamband Føroya nú fingið endaliga uppá pláss, og verður hann í Norðurmakedónia rríggjar dagar eftir fyrsta undankappingardystin. Heimasíðan fsf.fo skrivar, at venjingardystur verður í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, Skopje, mánadagin 27. mars Dysturin verður á Todor Proeski National Stadion 

Við hesum er eisini greitt, at eitt nýtt land kemur á listan yvir mótstøðulið hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, upplýsir fsf.fo. Ungdómslandslið hava mangan spælt móti Norðurmakedónia, og nevnast kann millum annað at føroyska U21-landsliðið seinastu tvær undankappingarnar hevur verið í sama bólki sum Norðurmakedónia, og at tað í fjør eydnaðist at vinna 1-0 í Skopje.

[object Object]
Stefan Radosavljevic skoraði fyri U21-landsliðið í Skopje í fjør - hann skoraði eisini sítt fyrsta A-landsliðsmál, og tað var í Pristina í november (Mynd: Sverri Egholm)

Málið skoraði Stefan Radosavljevic, ið eisini skoraði í síðsta A-landsdystinum. Hetta var talan um 1-1 javnleik í Kosovo í november, og fsf.fo skrivar, at var talan um altjóða skrásettan A-landsdyst nummar 228, síðan Føroyar í 1988 fingu limaskap í UEFA og FIFA.

- Hesi 35 árini hevur føroyska manslandsliðið spælt móti 47 av teimum 55 londunum, sum í dag eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni. Harafturat hava vit eisini møtt Kekkoslovakia, Jugoslavia og Kanada, sum Føroyar spældi tveir venjingardystir móti í apríl í 1989.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Norðurmakedónia nummar 65, meðan Føroyar eru nummar 123 av teimum 211 limalondunum.

Í komandi EM-undankapping eru Føroyar í bólki E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova. Her er vert at nevna, at Føroyar ongantíð áður hava roynt seg í A-landsdysti móti Albania, skrivar Fótbóltssamband Føroya

Dystaskráin hjá A-landsliðnum 2023
24. mars Moldova – Føroyar
27. mars Norðurmakedónia – Føroyar
17. juni Føroyar – Kekkia
20. juni Føroyar – Albania
7. sept. Pólland – Føroyar
10. sept. Føroyar – Moldova
12. okt. Føroyar – Pólland
15. okt. Kekkia – Føroyar
20. nov. Albania – Føroyar
??? Venjingardystur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder