Annað

Small States of Europe-kapping í Føroyum 30. oktober til 1. november

Badmintonspælarar úr níggju ymiskum londum skulu tá kappast í Høllini á Hálsi. 14 føroyingar eru úttikinir.

Luttakandi londini eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, og Føroyar - tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Luttakandi londini eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, og Føroyar - tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-16 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Badmintonsamband Føroya: Í næstum koma 8 lond úr Europa til Føroyar at luttaka í Small States of Europe, Badminton Team Championship.

Luttakandi londini eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, og Føroyar: Níggju lond, sum luttaka, og tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina.

Tað er Badmintonsamband Føroya sum er vertur fyri liðkappingini, og verður kappingin tann 30. oktober til 1. november í høllini á Hálsi í Havn.

- Í Badmintonsambandinum gleða vit okkum at bjóða bæði leikarum, og øðrum, sum ferðast við teimum, at vera vælkomin til Føroyar.
Badmintonsambandið fegnast eisini um góða samstarvið, vit hava við Badminton Europe, sum leggur okkum lag á at skipa slíkar kappingar, sigur Mariann Øster, forkvinna.

Hesaferð sendir Badminton Europe ein av teirra altjóða dómarum Ilkka Vainio úr Finnlandi, at vera referee í Høllini á Hálsi

Hópurin sum landsliðsvenjari Fai Yin Wong hevur úttikið til kappingina er:

Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Sanna Thorkildshøj og Mia Thorkildshøj Magnus Dal-Christiansen, Rúni Øster, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen, Jafet Rasmussen, Árant Á Mýrini, og Jónas Djurhuus


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder