
Í vikuskiftinum vórðu tveir dystir leiktir í Okkara-deildini. Leygarkvøldið vann VÍF greitt í Klaksvík, og sunnudagin basti StÍF kollfirðingum, ið vóru á vitjan á Skála.
Triðji dysturin í umfarinum er á skránni í kvøld. Hann verður leiktur í høvuðsstaðnum, har Kyndil og H71, steypavinnarin og føroyameistarin bresta saman.
Føroyameistarin tapti við tíggju málum í Kollafirði fyri lítlari viku síðani. Í dag spælir H71 sín næsta dyst í hesum kappingarárinum, og tað er helst eingin ivi um, at hoyvíkingar vilja koma á talvuna.
Kyndil er ósigrað tveir teir fyrstu dystirnar. Úrtøkan er trý stig eftir ein stórsigur á Team Klaksvík á heimavølli og ein javnleik í Vestmanna.
Liðini hittust í steypafinaluni í fjør, og har vann Kyndil. Men tá liðini spældu stórsteypadyst í Kollafirði fyri tveimum vikum síðani, var H71 omaná.
Lagt er upp til ein spenandi dyst í kvøld, har Kyndil kann koma uppá javnt við oddaliðið VÍF, og H71 leitar eftir sínum fyrstu stigum.
Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar klokkan 20.00.
Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 5 - 3 dystir
Neistin 4 - 2 dystir
Kyndil 3 - 2 dystir
StÍF 2 - 2 dystir
KÍF 2 - 3 dystir
H71 0 - 1 dyst
Team Klaksvík - 3 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald