
Tá dystarskráin fyri kappingarárið varð løgd, varð ikki tikið hædd fyri, at B36 fór at koma víðari tvær ferðir í Evropa. Um Ólavsøkutíð leikti havnarfelagið ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas í Europa League, so dysturin Ólavsøkuaftan móti 07 Vestur varð fluttur.
Í kvøld verður hesin dysturin leiktur, so B36 og 07 Vestur koma uppá 23 dystir. B36 er greiður favorittur á heimavølli. Eftir strævu skránna í Evropa hevði liðið hjá Jákup á Borg trupult við at vinna. Tað gjørdist til tríggjar javnleikir móti TB/FCS/Royn, EB/Streymi og AB. So vann B36 á KÍ, og seinastu fýra dystirnar hevur B36 fingið trý stig; einasta ósigraða liðið síðani summarsteðgin.
07 Vestur vann sera týdningarmiklan sigur á Argjum sunnudagin. Tað gjørdi at vágamenn eru eitt stig frammanfyri AB í stríðnum um 9.plássið. Nú fýra umfør eru eftir í 1.deild, er NSÍ fýra stig og 23 mál frammanfyri B68, ið stríðist fyri at koma uppá 3. plássið, ið gevur uppflyting. Harvið sær tað út til, at bert eitt lið flytir upp.
Í greiða sigrinum á EB/Streymi sunnudagin byrjaði B36 við heili 8 leikarum, ið hava aldur til U21. Spurningurin er, hvussu B36 fer at stilla upp í kvøld, nú steyapvinnarin kann tryggja sær fimta sigurin á rað, og harvið koma uppá 2.plássið.
Dysturin í Gundadali byrjaði klokkan 17.15. Til ber at fylgja við støðuni á forsíðuni, og vit hava myndir frá dystinum og taka samanum eftir seinasta bríksl.
1. HB (61 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (43 stig)
4. B36 (43 stig)*
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (13 stig)*
10. AB (12 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald