Annað

Stórt steypavikuskifti fyri framman

Tær 13 steypafinalurnar í flogbólti verða leiktar í Stórhøllini um vikuskifti - skráin sæst her.

Fleyr og Dráttur leiktu eina tætta steypafinalu hjá kvinnum í fjør
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleyr og Dráttur leiktu eina tætta steypafinalu hjá kvinnum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-27 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vikuskifti var tað hondbólturin; hetta vikuskifti er tað flogbólturin, ið er í fokus, tá steypafinalurnar eru á skránni í Høllini á Hálsi. 13 finalur - seks leygardagin og sjey sunnudagin - verða leiktir. 

Tað er serliga stórur spenningur um finalurnar hjá teimum vaksnu, ið verða seinnapartin leygardagin.  Fleyr er í báðum teimum finalunum. Hjá kvinnum skal felagið í Havn royna at endurvinna steypið, og hjá monnum skal nýggjur vinanri finnast, eftir at SÍ b vann finaluna í fjør. Júst Fleyr og SÍ eru ógvuliga væl umboðaði á finaludøgunum. Fleyr er í átta finalum tilsamans, og SÍ er í heili tíggju. Liðið úr Sørvági er í øllum ungdómsfinalunum uttan tveimum. 

Leygardagin 02.03

Deild Kl.  Lið 1  Lið 2
Gentur 12 kl.09.00 SÍ A Dráttur A
Gentur 14 B kl.10.00 Fleyr B  KÍF B
Meistaradeild menn kl.13.30 Mjølnir Fleyr
Meistaradeild kvinnur kl.16.00 Fleyr SÍ
Dreingir 12 kl.18.30 ÍF TB
Mansunglingar kl.19.45 SÍ ÍF


Sunndagin 03.03
 

Deild Kl.  Lið 1  Lið 2
Gentur 14 A kl.13.00 SÍ A KÍF A
Dreingir 15 kl.14.15 SÍ Fleyr
Gentur 16 kl.15.30 Fleyr SÍ
Dreingir 17 kl.16.45 SÍ Fleyr
Gentur 19 kl.18.00 SÍ KÍF
Dreingir 19 kl.19.15 SÍ Fleyr
Kvinnuunglingar kl.20.30 SÍ Fleyr

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder