
Í september var føroyska U19-landsliðið til serstaka kapping í Spania, har mótstøðuliðini vóru U18-landsliðini hjá Onglandi, Belgia og Niðurlondum.
Føroyska liðið stóð seg væl og tapti tepurt fyri Onglandi og Niðurlondum og var móti síðstnevnda á odda, tá 88 minuttir vóru leiktir.
Áki Samuelsen skoraði bæði føroysku málini í hesum dystinum og var ein av heilt eyðsýndu leikarunum hjá Føroyum í kappingini. 18-ára gamli álopskendi miðvallarin, ið hevur verið fastur maður hjá HB í ár, skoraði eisini móti Onglandi, og áhugin fyri honum uttanlands hevur síðani verið stórur.
Portalurin hevur fingið upplýst, at fyrst var talan serliga um feløg úr Belgia og Niðurlondum, og higartil hevur úrslitið verið ein royndarvenjing í Twente.
Besta liðið hjá felagnum úr býnum Enschede endaði nummar fýra í Eredivisie síðsta kappingarár. Áki Samuelsen fór til Enschede fyri viku síðani, men var óheppin og gjørdist skaddur til sína fyrstu, og higartil einastu venjing, við felagnum.
Talan er um ein fótskaða. Áki Samuelsen upplýsir fyri Portalinum, at tað helst ikki er talan í brot, at hann í dag skal í skannaran, og at hann vónandi verður til reiðar til U19 EM-undankappingardystirnar í Kroatia seinna í mánaðinum.
Ælanin er eisini, at evnaríki leikarin skal uttanlands at royna seg aftur, tá hann er komin fyri seg.
Umframt úr Belgia og Niðurlondum, er áhugi eisini úr uppaftur størri tjóðum: Úr Fraklandi, Italia, Spania og Týsklandi, váttar Áki Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald