Tað endaði, eins og í 2021, við einum stórum vónbroti á einum 4. plássi hjá Sverra Sandberg Nielsen.
Í Tokyo var miðvingurin í finaluni og var bert 15 hundraðpartar frá einum OL-heiðursmerki.
Hesaferð endaði Sverri í einum ógvuliga truplum hálvfinaluriðli, sum sær út til at vera væl sterkari enn hin. Tríggir av teimum seks komu í finaluna.
Fyrstu tøkini í morgun vóru góð, og Sverri var í topp-trý fyrstu løtuna. Eftir stórar 500 metrar misti hann tó takið nakað, og Stefanos Ntouskos tók seg fram um.
Stefanos Ntouskos vann gull í Tokyo og var í dag trý sekund frammanfyri Sverra, tá samanum kom (Mynd: EPA)
Sverri hevði nakrar góðar løtur í dagsins róðri, har hann lá til finalupláss
Tað gjørdist skjótt greitt, at stóra stríðið um síðsta finaluplássið fór at vera millum júst grikska OL-vinnaran og føroyingin. Týski Oliver Ziedler róði ein suverenan róður og endaði á greiðum 1. plássi. Hvítarussin Yauheni Zalaty sat rímiliga trygt á 2. plássi, og Damir Martin og Mihai Chiruta mistu skjótt takið og vóru væl aftanfyri.
Tað gjørdist heilt spennandi eina løtu - tá um 500 metrar av teimum 2000 vóru eftir. Sverri Sandberg Nielsen setti veruliga ferð á og var líka frammanfyri Ntouskos í nøkur tøk.
Gullvinnarin frá 2021 sá tó út til at hava meira eftir enn Sverri og fór tíverri nakað frá móti endanum. 30-ára gamli mðvingurin megnaði ikki at svara aftur og endaði á 4. plássi - júst uttanfyri finalupláss.
Hálvfinala 2 í Single-Scullara hjá monnum
Sverri Sandberg Nielsen hevur róð framundir, at hetta helst var hansara seinasta OL, so tískil verður stóri dreymurin um heiðursmerki til OL mest sannlíkt liggjandi. Føroyingurin hevur tó givið seg nógv, og eins og í í Tokyo víst góðar taktir við bátinum við føroysku flagglitinum.
OL er ikki heilt liðugt hjá Sverra, sum leygardagin skal rógva "B-finalu".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald