- Tíðarmunurin er fimm tímar, og dysturin í Kasakstan byrjar klokkan 20. Harvið noyðast vit at spæla klokkan 15. Hava verið í samskifti við UEFA um at flutt hann, men ber ikki til tá talan er um seinasta umfar; báðir dystir skulu vera samstundis, tá okkurt er uppá spæl.
- Vit hava samskift við UEFA...hetta er ikki ein ynskistøða, men royna at fáa sum best burturúr. Tað gera vit millum annað í góðum samstarvi við Skansan og við upphitingartiltaki, og so hava vit valt at geva ókeypis atgongd til øll.
Soleiðis segði Kristin Dam Ziska, tá vit tosaðu við aðalskrivaran í Fótbóltssambandi Føroya eftir tíðindafundin í dag.
Umframt at Eyðun Klakstein kunngjørdi hópin til dystirnar móti Slovakia og Moldova, varð eisini kunngjørt at Føroyar - Moldova 16. november verður ókeypis. Fyri øll.
Óvanliga stigið er tikið, tí Føroyar spæla týðandi dyst ein mánadag í november - klokkan 15.
Sí eisini: Ókeypis A-landsdystur: - Hví ikki koma á Tórsvøll ein mánadag klokkan 15
Kristin Dam Ziska greiddi frá orsøkunum, og eisini hví dysturin hevur so nógv at siga fyri Føroyar.
- Vit vilja ógvuliga gjarna í Deild B í Nations League.
Sí videosamrøðu ovast
----------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald