Annað

Talv: Sandavágsmenn økja

Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við sigri á Klaksvíkar Talvfelag.

Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen - oddamenn hjá Sandavágs Talvfelag

Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen - oddamenn hjá Sandavágs Talvfelag

2018-11-26 07:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin.

Liðið hjá sandavágsmonnum hevur fingið 11 av 12 møguligum stigum eftir fyrstu trý umførini í kappingini. Teir, ið manna oddaliðið úr Vágum eru Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Sandavágs Talvfelag er nú hálvttriðja stig frammanfyri meistaraliðið úr Havnar Telvingarfelag. 

Havnarmenn vunnu 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag, sum er aftast í deildini. Á fyrsta borði endaði javnt millum Carl Eli Samuelsen og Torbjørn Thomsen, á hinum borðunum vunnu Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen og Herluf Hansen.

Teir tríggir OL-telvararnir, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen, vóru heldur ikki við hesaferð, og hava enn einki stig vunnið fyri Havnar Telvingarfelag í liðkappingini.

Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-manningarnar hjá Havnini og Klaksvík, og her vunnu klaksvíkingar 2½-1½.

Úrslitini í 1. deild - 3. umfar

Klaksvík - Sandavágur 0-4

Havnin - Kollafjørður 3½-½

Havnin 2 - Klaksvík 2  1½-2½

Støðan - 1. deild

Sandavágur 11 stig

Havnin 8½

Klaksvík  6

Klaksvík B 5½

Havnin B 4

Kollafjørður 1

Í 2. deild er Vestmanna Talvfelag á odda og í 3. deild er Sandavágs Talvfelag fremst.

Lykladystir í januar

Dystirnir hetta vikuskiftið vóru teir seinastu í landskappingini fyri jól. Telvað verður ikki aftur fyrr enn 19. januar. 

Tá er avgerandi dupultumfar á skránni. Tá møtast oddaliðini úr Sandavági og Havn í tí fyrra av tveimum avgerandi sínamillum toppdystum í vetur.

Tíggjunda og seinasta umfar í landskappinginini verður 6. apríl.

Meira er um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

- Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder