Aldur sæst ikki á honum, men álmanakkin lýgur ikki og í dag eru heili sjeyti ár síðani Hjalmar Petersen var borin í heim, føddur í Sandavági, men uppvaksin í Havnini.
Hjalmar tókst við ymiskt á ungum árum, men fór so í læru hjá Poul Hansen. Hann starvaðist har í nøkur ár, til hann byrjaði fyrsta nethandilin í Føroyum saman við Kára Hentze. Nethandil er kanska so nógv sagt, tí tá var sum so einki internet og aftaná eina tíð góvust teir eisini við hesum. Helst var hann eisini á hesum økinum framman fyri sína tíð. Aftan á enn eina tíð hjá Poul Hansen, var Vónin í Fuglafirði so eftir Hjalmari og eftir einans fimm ár í fyritøkuni, gjørdist hann stjóri har.
Vónin skuldi gerast lívsstarvið hjá Hjalmari, hann gavst har í vetur aftaná 30 ár í fyritøkuni. Tíanverri var tað ikki eftir egnum ynski at hann gavst, eg nevndi í innleidningum at Hjalmar er støðufastur, og hann var so mikið harmur um avgerðina hjá íslensku eigarunum at flyta stóran part av virkseminum av landinum, at hann valdi at takka fyri seg. Hetta man helst vera størri missur hjá Vónini, enn hjá Hjalmari, fyritøkan fimtanfaldaði í øllum førum sína sølu tey árini hann myndaði leiðsluna.
At fólk hava gott álit á Hjalmari, sæst við at stutt aftaná hetta, fekk hann bjóða annað álitisstarv sum nevndarformaður í stórari føroyskari fyritøku.
Eisini er Hjalmar kendir frá hondbóltinum, bæði sum málmaður í Neistanum og seinni sum dómari. Eisini her skaraði hann framúr. Seinni hevur hann eisini verið við rundanum í leiðsluni hjá Neistanum.
Vit kenna hann tó sjálvasagt best frá ríðingini, Hjalmar hevur, sum einasti maður, verið formaður í Føroya Ríðingarfelag, Føroyskum Íslandsrossafelag og Ríðisamband Føroya. Seinasta sessin hevði hann í heili sekstan ár, og er harvið tann sum hevur sitið longst sum formaður í sambandinum.
Sjálvandi hevur Hjalmar eisini kappast nógv við rossum, tey tilkomnu minnast Hjalmar á ryssuni Rønd, tey bæði vunnu nógvar kappríðingar saman. Eisini innan gonguløg var hann við í oddinum, hann var við til at fáa hesa ríðigreinina til Føroyar, og vann eisini fleiri kappingar í gonguløgum.
Hjalmar er giftir við Majbritt og eiga tey børnini Heiðrun og Áka.
Títt framfýsni, tín ábyrgdarkensla og títt støðufesti hevur veruliga givið úrslit – Til lukku við degnum Hjalmar og takk fyri mongu tøkini, ikki bara fyri okkara ítrótt, men fyri alt Føroyar.
Brandur
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald