
Á ársveitsluni hjá EB/Streymir varð kunngjørt, at 20-ára gamli Gutti Dahl-Olsen var ársins stjørnuskot hjá monnum í 2022, og at hann hevði valt at leingja sáttmálan við felagið.
Hetta skrivar EB/Streymur á Facebook-síðu sínari:
- 20 ára gamli lokali leikarin hevur av álvara bitið seg fastan í álopið hjá okkum í ár. Hann fekk eisini heiðurin fyri ársins mál, og í ár er tað vorðið til 26 dystir og 7 mál fyri besta manslið okkara. Hóast sín unga aldur, so hevur Gutti longu spælt 74 dystir fyri besta manslið okkara.
Gutti varð toppskjútti í besta árinum hjá EB/Streymi síðani 2014, og í felagnum fegnast tey um, at lokali áleyparin hevur valt at leingja við og at fleiri góð mál komandi ár.
EB/Streymur hevur eisini longt við javngamla verjuleikaran Mikkjal Hellisá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald