Annað

Torkil og Riwal Readynez kláraðu seg væl í serligari kapping

Hammer Series er eitt øðrvísi slag av súkklukapping, har tað snýr seg um at koyra fyri liðið.

Riwal við Torkil Veyhe á liðnum vóru seks sekund aftan fyri EF Education First (Skíggjamynd: hammerseries.com)

Riwal við Torkil Veyhe á liðnum vóru seks sekund aftan fyri EF Education First (Skíggjamynd: hammerseries.com)

2019-05-26 19:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta umfar av Hammer Series í súkkling hevur verið súkklað í Stavanger í Noregi hetta vikuskiftið.

Sekstan lið vóru bjóðað við til hesa kappingina, flest teirra úr ovastu deildini, WorldTour, men eisini fýra úr næstbestu deildini, ProTour, og tað er her, sum liðið hjá føroyska súkklaranum Torkil Veyhe liggur.

Torkil var millum teir sjey súkklararnir, ið vórðu tiknir við til Stavanger. Og teir kláraðu seg væl. Gjørdust nummar 10 samanlagt, og vunnu harvið á fleiri World Tour liðum, og tað eru teir sera væl nøgdir um.

Hammer Series verður súkklað yvir tríggjar dagar. Tveir teir fyrstu dagarnar, er eitt slag av kapping um stig, har súkklað verður tíggju ferðir á einum rundstrekki, og tíggju teir fyrstu um málstrikuna í hvørjum umfari fáa stig. Fimm súkklarar eru á liðnum hvørja ferð.

[object Object]
Torkil Veyhe í svørtum hjálmi í stríði um stigini í gjár

Týdningarmikil stig til liðið
Fríggjadagin var Hammer Climb, eitt rundstrekki, har málið var ovast í eini brattari brekku. Her var Torkil ikki við.

Í gjár var Hammer Sprint, har súkklað var meira á sløttum í miðbýnum í Stavanger. Torkil gjørdi ein góðan figur í byrjanini av kappingini, og kom um málstrikuna sum triðji maður í øðrum umfari, og tryggjaði harvið Riwal Readynez 66 týdningarmikil stig í kappingini.

Her hendi tað, at stutt eftir, at Torkil hevði víst seg har frammi, brotnaði hópurin av súkklarum um tvøran, og teir, sum lógu í øðrum bólki fingu ikki meira at siga í kappingini. Teirra millum var Torkil og tríggir av liðfeløgum hansara.

Men tann eini Riwal súkklarin har frammi fekk skava so frægt av stigum saman, at Riwal lá á einum tíggjunda plássið samlað undan seinasta umfari, sum var í dag.

Kappingin í dag var ein serlig liðtíðarkoyring Hammer Chase. Liðini vóru býtt í eina A- og eina B-finalu. A-finalistarnir súkklaðu um samlaða sigurin, meðan B-finalistarnir súkklaðu um plássini 9 til 16.

[object Object]

Jakt-startur
Hammer Chase er skipað sum ein sonevndur ’jakt-startur’, sum verður brúkt í skíðrenning og skíðskjóting.

Liðið hjá Torkili frammanundan næstbest í B-finaluni, og skuldi sostatt byrja 30 sekund eftir liðið, ið var fyrst, WorldTour liðið UAE Emirates, og 28 sekund áðrenn nummar trý, sum eisini var eitt WorldTour-lið, EF Education First.

Torkil og liðfelagar hansara fingu eina vánaliga byrjan. Ketan fór av hjá tí eina súkklaranum, og teir funnu ikki rættiliga stevið, og vórðu rættiliga skjótt tiknir aftur av EF Education.

Men so fingu teir skipað liðið, og tað eydnaðist ikki EF Edication at súkkla frá Riwal-liðnum. Í staðin innheintaðu teir tað fremsta liðið, og tað eydnaðist eisini Riwal, tá um 20 kilometrar vóru eftir, at yvirhálað EF Education aftur og leggja seg á odda í spennandi B-finaluni.

Men World Tour súkklararnir komu aftur, og yvirhálaðu danska liðið enn einaferð, so at teir í einum spenandi spurti endaðu seks sekund framman fyri Riwal Readynez.

[object Object]

Torkil nøgdur
Móti endanum var týðuligt, at Torkil og hansara menn vóru troyggir av at hava klárað seg so væl móti súkklarum úr ovastu deildini.

- Vit eru nøgdir við okkara innsats, góvu alt tað vit áttu og komu væl frá okkara finalu. Hetta er ein øðrvísi og stuttligur máti at súkkla. Vónandi sleppa vit eisini við, tá næsta umfar av Hammer Series verður í Hollandi um nakrar vikur.

Næsta uppgáva hjá Torkili er Tour of Norway, ein kapping, sum byrjar í Stavanger týsdagin og endar í Hønefoss. Hetta er ein av heilt stóru súkklukappingunum í Norðurlondum við luttøku av 11 WorldTour liðum, sjey procontinental liðum og trimum norskum sokallaðum kontinentalliðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder