Annað

Torkil Veyhe: Málið er at enda í topp fimm

Í dag byrjar Post Danmark Nord Rundt, har ein føroyingur luttekur. Hann hevur fyrireikað seg væl til stóru kappingina.

Torkil Veyhe(t.h í bláum) er til reiðar til størstu súkklikappingina í Danmark

Torkil Veyhe(t.h í bláum) er til reiðar til størstu súkklikappingina í Danmark

2018-08-01 06:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag byrjar stóra súkklikappingin "Post Danmark Nord Rundt". Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, luttekur. Hann greiðir soleiðis frá kappingini:

- Post Nord Danmark Runt er størsta afturvendandi itrottartiltak i Danmark. Talan er um eitt tiltak, sum fær stóra miðlaumtalu. Hetta er eisini ein kapping i UCI HC kategori, sum er næst undir World Tour, so kappingin er eisini hørð og tað eru nógv góð lið við. Stóru liðini hyggja eftir einum, um man klárar seg væl her, tí er tað eisini gott fyri ein persónliga um man klárar seg væl i mun til komandi kappingarár

Torkil metir, at hann hevur havt góðar fyrireikingar til kappingina, ið eru farnar fram í millum annað í Suður Evropa:

- Eg havi fyrireika meg væl. Fyrst var eg á hæddarvenjingarlegu, fyrru helvt av juli i Livigno í Italia, fyri at økja grundformin og fáa nógva góða venjing. Síðani fór eg niður aftur til vanliga hædd við Gardarsjogvin, og fekk vant harðari og meira specifika venjing fyri síðani at koma aftur til Danmark i seinastu viku og fínpussa tað seinasta. Eg føli meg væl fyri, og føli eg havi fyrireika meg so væl, sum eg kann, og eg vóni at tað er nokk, til at eg kann verða við millum teir bestu.

Torkil Veyhe hevur sett sær høg mál fyri kappingina, men sigur at tað snýr seg eisini um liðið:  

- Mitt persónliga mál er at enda millum fimm teir bestu. Eg bleiv nummar 6 i fjør, so eg vil gjarna gera tað betri. Men vit hava eisini eitt sterkt lið við, so alt eftir hvussu kappingin verdur koyrd, so kann tað eisini útspæla seg til fyrimun fyri aðrar aáliðinum. Og tí er tað ikki sikkurt, at tað endar við at tað verður mær, sum tað verður koyrt fyri, men eg vóni tað.

Liðið sum Torkil Veyhe súkklar fyri eitur nú Team Waoo. Seinasta árið hevur navnið annars verið Team Virtu. 

Byrjað verður at súkkla í Aalborg kl 11:50

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder