2018-08-25 20:06

Hesa komandi vikuna verður stór bogaskjóti kapping hildin í Legnica í Póllandi. Talan er um European Archery Championships – EM.
Tríggir føroyskir skjúttar fara at luttaka í kappingini, teir eru Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen – báðir frá Ørvi í Runavík, og Jógvan Niclasen – frá Tambar í Havn.
Í teirra bólki – Compound Men – eru í alt 90 skjúttar úr 33 ymiskum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald