Bartal Klettheyggj er 3. besti unglingur, og Alex Johannesen er 3. besti vaksni íðkari í OL trap í Norðanlondum í løtuni.
Tað er greitt eftir at norðurlandameistarakapping hevur verið í Estlandi um vikuskiftið, skrivar Skjótisamband Føroya.
Unglinga finalan bleiv merkt av nógvum órógv, og útgerð sum argaði, men hóast hetta megnaði Bartal Klettheyggj at halda høvdið kalt, og fáa eitt flott triðapláss, hóast hann áðrenn finaluna varð á einum fjórða plássi.
Bartal Klettheyggj fekk eisini bronsu 8Mynd: Skjótisamband Føroya)
Innleiðandi til vaksnamannafinaluna varð Alex Johannesen javnur við ein íðkara úr Svøríki um at fáa finalupláss, so hesir báðir skuldu í umskjóting. Umskjótingin varð sera spennandi, men tað endaði við at Alex dró langra stráið, og megnaði at vinna finalupláss. Í finaluni megnaði Alex at fáa eitt flott triðapláss, hóast hann byrjaði sum nummar átta í finaluni.
Aftrat Alex og Bartal luttókku Johnhard Klettheyggj, Jógvan Egholm og Herleif Hammer, men hesir vóru ov stuttir at fáa finalupláss. Esmar Joensen formaður í Skjótisamband Føroya, varð eisini við sum umboð fyri føroyska skjóting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald