Fótbóltur

Týskur stórsigur á Tórsvølli

Sum væntað varð frammaundan vann sterka týska liðið greiðan sigur á Føroyum.

Heidi Sevdal, Jacoba Langgard og hinar stríddust veruliga, men týska liðið var krútsterkt og skoraði átta ferðir á Tórsvølli
(Mynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal, Jacoba Langgard og hinar stríddust veruliga, men týska liðið var krútsterkt og skoraði átta ferðir á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-04 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var reint yvirlivilsi hjá føroysku kvinnunum á Tórsvølli í dag, tá týska heimsklassa liðið var á vitjan. Føroyar vóru undir einum støðugum trýsti, og tað snúði seg um at avmarka tapið móti Týsklandi, ið við 8-0 sigrinum og stigunum í dag spældi seg til HM-endaspælið. Føroyar taptui 11-0 í Týsklandi í oktober, so hetta var talan um betring. 

Týskland legði eg á odda so at siga beinanvegin. Horna úr høgru varð tikið stutt, føroysku kvinnurnar svóvu eitt sindur, og so kundi unga Lea Schuller seta fótin á úr stuttum.

Tað gekk ein tíð áðrenn mál kom aftur, men tað var ikki tí, at Týskland ikki skapti møguleikar. Útiliðið hevði stóra yvirvág, og tað førdi til nógv skot, Týskland hevði 22 skotroyndir í 1.hálvleiki, og nakrar ferðir var boð eftir Onnu Súnadóttir Hansen, ið hevði nakrar góðar bjargingar í málinum.

2-0 málið lá í luftini, og um miðjan seinna hálvleik kom tað. Eftir góða sending inn umverjuna, tók 24-ára gamla Lina Magull úr Bayern Munchen bóltin sera væl og elegant niður, og setti bóltin trygt í málið. Magull var sera eyðsýnd á álopskenda miðvøllinum. Heilt stutt eftir hetta økti høgri bakkurin hjá Týsklandi eftir sera væl leikt álop.

Føroyar vóru sjálvdan á hálvuni hjá týskarunum. Eina hálvgum vandamikla støðu fingu tær føroysku tó skapt eftir eitt fríspark, tá Jacoba Langgard snittaði bóltin væl víðari til Heidi Sevdal, ið bjóðaði av og legði væl innfyri til Áslu Johannesen, ið var stødd langt inni í brotssteiginum. Men týska liðið fekk ruddað burtur. Týskland hevði nakrar naskar royndir í hinum endanum, men í hálvleikinum var munurin trý mál.

Dystarmyndin var tann sama í 2.hávleiki, og týsku kvinnurnar raktu millum annað stongina og fingu mál kolldømt orsakað av rangstøðu fyrstu tíggju minuttirnar. Tað bragdaði, tá vælleikandi vinstri bakkurin, Caroline Simon, smekkaði eitt flatt fríspark í longra málhornið úr áleið 25 metrum.

Tíggju minuttir eftir hetta skrædnaði tað. Týskland fekk trý mál uppá seks minuttir. Tvey av málunum vóru heldur heppin, har ávíkavist ein returbóltur og ein “clearing” rakti ein týskan leikara og fór í málið. Men tá týska liðið hevði yvir 40 málroyndir er tað ikki av einari leið, at slík mál komu. Málini til 5-0 og 6-0 komu eftir at týskarar vunnu bóltin á føroysku hálvuni.    

Føroysku kvinnurnar vóru troyttar, men stríddust sera væl, og royndi alt tær kundu fyri at halda týska liðnnum burtur. Tað var tó eitt stríð móti yvirvaldinum, og Týskland fekk áttanda málið, tá Popp setti bóltin í málið eftir eitt flatt frísparksinlegg. Beint eftir málið hevði Heidi Sevdal eina fína skotroynd; einasta skotið hjá Føroyum í dag.

Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum í HM-undankappingini. Úrtøkan er 0 stig og ein málúrttøka uppá 1-53. Jaligt er tað, at føroyska liðið hevur víst menning og betring í 2018, har liðið hevur tapt minni móti øllum liðunum enn í 2017.  


Føroyar – Týskland 0-8 (0-3)

0-1 3.min: Lea Schuller
0-2 24.min: Lina Magull

0-3 26.min: Leonie Maier
0-4 58.min: Caroline Simon
0-5 68.min: Lina Magull
0-6 71.min: Alexandra Popp
0-7 73.min: Caroline Simon
0-8 92.min: Alexsandra Popp

Føroyska liðið(4-1-4-1): Anna S. Hansen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen, Katrina Akursmørk - Jacoba Langgard(`80 Rannvá B. Andreasen) - Olga Kristina Hansen(L) (`46 Sara Samson Lamhauge), Margunn Lindholm(`65 Eyðvør Klakstein),  Ansy S. Jacobsen, Ásla Johannesen –– Heidi Sevdal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder