
Dystir mándagin, týsdagin og hósdagin, og hóast sigurin hósdagin ikki rakk til hálvfinalupláss hjá føroysku kvinnunum, so eru tvær uppgávur eftir EM-kappingini í Klaipedia. Vinna Føroyar á Georgia í dag verður avgerandi dystir um 5. plássið í kappingini í morgin. Tað verður so dystur ímóti Norður Makedónia ella Kosovo í morgin sum tann seinasti í kappingini.
Bæði ímóti Kekkia mánadagin og ímóti Turkalandi týsdagin var førosyka liðið væl við leingi, men misti takið seinastu løtuna. Í dystinum ímóti Kekkia gekk tað heilt galið, men serliga ímóti Turkalandi, ið Føroyar høvdu takið á í 1. hálvleiki, var tað ógvuliga súrt at ikki fáa stig. Hósdagin bragdaði tað so í tøttum dysti ímóti Kosovo
Dysturin kann stroymast á ehftv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald