Føroyska U21 landsliðið fekk ein frálíkan javnleik í Póllandi tíðliga í mánaðinum, og hevur seks stig á næstniðasta plássið undan teimum seinastu uppgávunum í EM-undankappingini.
Tær verða ímóti ávíkavist Litava og Danmark; tann fyrra á Svangaskarði 12. oktober og tann seinna í Aalborg 16. oktober.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava nú tikið 21 leikarar út til dystirnar. Tað eru nógv spennandi nøvn í hópinum; harav fleiri profilar í Betri-deildini, so sum toppskjúttin Adrian Justinussen, ið spælir heimadystin. Jákup L. Thomsen er heitur í Íslandi, og hann er einasti útisetin í hópinum.
Málverjin hjá 07 Vestur, Silas Eyðsteinsson, er úttikin hesaferð, og Ari Mohr Olsen fær løn fyri góðu gongdina sum áleypari hjá HB.
Hópurin:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Karstin Hansen, Skála
Rói Mørk Hentze, B36
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclassen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Benjamin Heinesen, B36
Dan í Soylu, HB
Adrian Justinussen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Ari Mohr Olsen, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald