Annað

Ungur italiumaður tók troyggjuna

Tour de Normandie: Kortini er Torkil væl nøgdur fyri avrikið á øðrum degi av súkklukappingini í Norðurfraklandi.

Torkil Veyhe (Mynd: Charlotte Pudepiéce)

Torkil Veyhe (Mynd: Charlotte Pudepiéce)

2019-03-26 17:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Team Riwal Readynez, súkkluliðið, sum føroyingurin Torkil Veyhe súkklar við, misti í dag leiðsluna á øðrum degi av Tour de Normandie.

Nicolai Brøchner, sum vann kappingina í gjár, megnaði ikki at halda seg heilt har frammi í hópspurtinum, men gjørdist nummar fimm.

Vinnari gjørdist bert 21 ára gamli italienarin Alberto Dainese, sum súkklar fyri liðið SEG Racing, og við tað, at hesin gjørdist nummar tvey í gjár, savnaði hann somikið av bonussekundum, at hann yvirtók leiðsluna í kappingini, og kann súkkla í gulu leiðslutroyggjuni í morgin.

Í dag súkklaði hann í serligari hvítari troyggju, sum merkir, at hann er best av teimum yngru súkklarunum. Tá sigurshaldið í dag var liðugt, hevði sami italiumaður verið á pallinum heilar fýra ferðir. Fyri at vinna, eftir gulu og hvítu troyggjuni, men eisini eftir troyggjuni fyri teir súkklarar, sum hava savnað flest stig í spurtunum.

Hóast liðið misti leiðsluna, er Torkil sera væl nøgdur við dagin í dag.

- Tað at vit ikki hava gulu troyggjuna merkir, at tað nú er eitt annað lið, sum skal seta ferðina, um onkrir súkklarar sleppa leysir, og tað ger dagin í morgin lættari fyri okkum. Men ætlanin hjá okkum er at vinna troyggjuna aftur seinni í vikuni, sigur Torkil.

Í dag vóru tað fýra súkklarar, sum sluppu frá hinum, og súkklaðu framman fyri næstan allar teir 170 kilometrarnar. Okkurt skifti vóru teir yvir fýra minuttir framman fyri høvuðsbólkin. Men har høvdu Torkil og liðfelagarnir tamarhald á støðuni, og fýra kilometrar áðrenni mál, vóru allir heintaðir innaftur, og lagt varð upp til enn ein hópspurt í dag.

- Í dag skuldi eg spara meg til finaluna, og hjálpa Brøchner at vera frammi til seinast. Eg skuldi eisini vera klárur at fara við, um onkur royndi at sleppa avstað móti endanum, greiðir Torkil Veyhe frá.

Teinurin í dag gekk frá Darnetal til Forges des Eaux, har teir súkklaðu tríggjar ferðir eftir einum 36 kilometra longum rundstrekki.

Í morgin verður teinurin nakað styttri, 147,5 kilometrar úr Bourg-Achard til Elbeuf sur Seine, har endað verður á einum 24 kilometra rundteini, sum skal súkklast tvær ferðir.

Í gjár kom Torkil Veyhe inn sum nummar 83, men tað var í somu tíð vinnarin. Aftur í dag kom Torkil inn í somu tíð, sum vinnarin - hesaferð sum nummar 74. Í samlaðu støðuni, liggur føroyski súkklarin nú á 76. plássi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder