
Tað er greipuvinnarin móti avbjóðaranum. Tað er felagsliðið úr Eysturoynni/Streymoynni móti høvuðsstarfelagnum. Tað er Heidi Sevdal móti sínum gamla felagið. Tað er nummar eitt móti nummar tvey í landskappingini. Tað er EBS/Skála móti HB.
EBS/Skála vann sítt fyrsta steyp nakrantíð, tá felagið basti HB í steypafinaluni í fjør. Ein mánað eftir 3-2 sigurin á Tórsvølli skumpaði felagsliðið KÍ av trónuni, og vann sítt fyrsta meistaraheitið. Sunnudagin vann EBS/Skála 2-0, tá HB var á vitjan á Skála.
Í HB vilja tær reisa seg eftir tapið seinast, og hesaferð taka gullið heim. HB hevur havt eitt gott kappingarár, og basti KÍ í hálvfinaluni. Havnarfelagið vann seinast steypakappingina í 2001.
https://roysni.fo/milja-r-simonsen-sera-svangar-eftir-at-vinna-gullid-hesaferd
Hjá EBS/Skála snýr tað um at halda á við nýggju vinnarasiðvenjuni við líka. Í leguni hjá liðnum sum verjir heitið sum steypavinnari, eru tær greiðar yvir, at HB er ein sera trupul uppgáva, og at tær noðyast at koma við øllum, sum tær hava.
Les eisini:
https://roysni.fo/ansy-s-jakobsen-lykilin-verdur-at-halda-hovdid-kalt
Lagt er upp til eina sera spennandi kvinnufelag, har tað er torført at seta navn á ein favoritt.
Fyrsta bríksl verður klokkan 16.15 á Tórsvølli. Dòmari er Aron Sofus Vest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald