Sunnudagin skipaði Parasport Føroyar í samstarvi við onnur fyri koyristólatreffi í Hoyvíkshøllini, har møguleiki var at royna ymiskar ítróttagreinar í koyristóli - eitt nú hondbólt, kurvabólt og boccia, og sambært fyriskiparunum var talan um eitt væleydnað tiltak.
– Tað gekk sera væl, og tað var øgiliga góð uppmøting. Fólk hugnaðu sær og royndu ymiskt, tey ikki hava roynt fyrr, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyum í samrøðu við Portalin.
Hann vísir ikki aftur, at hetta kann verða endurtikið.
– Um áhugi og tørvur er, fara vit heilt vist at royna hetta aftur, sigur hann.
![]()
(Mynd: Parasport Føroyar/Facebook)
Hugskotið til tiltakið eigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Kaj Leo hevur seinasta árið sitið í koyristóli orsakað av autoimmunu sjúkuni CIDP, og hann er formaður í nýstovnaða felagnum Koyristólur skerdur førleiki. Felagið varð stovnað 21. juli og hevur í dag nærum 150 gjaldandi limir.
Undan stovnani av felagnum boðaði Kaj Leo frá, at hann ynskti at savna allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt “koyristólatreff”, har teir kundu hittast og læra av hvørjum øðrum, og eisini hann er væl nøgdur við tiltakið.
Hann greiðir frá, at fólk vístu beinanvegin áhuga fyri hugskotinum, og bjóðaðu honum ókeypis høli at hýsa tiltakinum. Parasport setti seg í samband við hann, og úrslitið gjørdist eitt væleydnað tiltak í Hoyvíkshøllini, har eini 15-20 koyristólsbrúkarar savnaðust at royna ymiskar ítróttagreinar.
Eisini vóru nøkur upplegg frá fyriskiparunum, har m.a. varð greitt frá, hvat Parasport hevur at bjóða, og Kaj Leo greiddi frá, hvussu tað er at fara frá at kunna ganga til at enda í koyristóli.
![]()
(Mynd: Parasport Føroyar/Facebook)
– Í gjár snúði tað seg um at royna nakrar ítróttagreinar sum koyristólsbrúkari og vísa á møguleikarnar at røra seg í einum koyristóli, og hvat Parasport kann bjóða, og Parasport ger eitt stórt arbeiði, sigur hann við Portalin.
Umframt Parasport Føroyar og Koyristólur skerdur førleiki varð tiltakið fyriskipað í samstarvi við m.a. Kurvabóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya, Framerunning Føroyar, og Javna.
Kaj Leo leggur afturat, at hann hevur fingið góðar afturmeldingar, og er hann eisini spurdur, nær hetta verður endurtikið.
– Ætlanin er sjálvandi at skipa fyri slíkum tiltaki aftur, og næstu ferð kunnu vit kanska víðka tað og fáa onkrar fyrilestrarhaldarar eisini - fólk, sum hava sitið í koyristóli leingi, og sum kunnu geva íblástur, sigur Kaj Leo.
![]()
(Mynd: Parasport Føroyar/Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald