Fótbóltur

Váttað: Brandur er Helsingborgs-leikari

Landsliðsmiðvallarin verður fyrsti føroyski leikarin í bestu svensku deildini. Skálvíkingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-27 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár bar Expressen tíðindini um, at sambært teirra keldum var ein sáttmáli uppá pláss við føroyska landslisleikaran Brand Hendriksson. Hetta kundi ikki váttast av pørtunum, men í dag er tað. Helsingborgs skrivar á heimasíðu sínari, at 24-ára gamli føroyingurin og felagið hava gjørt ein trý-ára sáttmála.

[object Object]
Brandur í sínari nýggju leikarablusu (Mynd: Johan Lilja/hif.se)

Brandur Hendriksson Olsen skiftir úr FH í Íslandi, ið hann hevur umboðað síðani á várið 2018. Har hevur tekniskt gávaði miðvallarin við tí frálíka spælskilinum verið ein lyklaleikari, og hann er veruliga komin fyri seg eftir álvarsliga knæskaðan, sum í roynd og veru oyðilegði hansara tíð í Randers, har hann annars byrjaði væl.

Sum ungur hevði skálvíkingurin fleiri góðar løtur í FCK-troyggjuni, har hann millum annað avgjørdi steypafinaluna í 2015 við málið í yvirtíðini. Hann spældi eitt sindur saman við Olof Mellberg, ið nú er høvuðsvenjari í Helsingborgs. Fyrrevarndi landsliðsverjuleikarin hjálpti unga føroyingum í tíðini í danska stórfelagnum, og sigur við heimasíðuna hjá Helsingborgs, at hann gleðir seg at síggja menningina hjá Brandi í felagnum. Brandur sigur í samrøðuni, ið kann hoyrast omanfyri, at hann gleðir seg at arbeiða saman við Mellberg aftur.

Á enskum, við einari hóming av føroyskari og íslendskari dialekt, sigur Brandur Hendriksson, at teir mongu landsdystirnir hava hjálpt honum at flutt seg sum leikari. 32 landsdystir fyri Føroyar hava verið við at geva Brandi fleiri altjóða royndir, og í farnu EM-undankapping vísti miðvallarin fleri ferðir sínar mongu dygdir - kanska serliga í júst Svøríki. Komandi ár skal hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð royna seg í Allsvenskan. 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder