Hondbóltur

Video: - Hava spælt eitt flott endaspæl men skulu skunda okkum at gerast betri

Í kvøld er okkara gagnnýtisprosent ov lágt, og tað eru smáting í verjuni, sum eg ikki eri nøgdur við, sigur venjarin. Peter Bredsdorff-Larsen er alt annað enn bergtikin av avrikinum hjá Montenegro móti Sveis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-20 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Sum heild er hann nøgdur við nógv í endaspælinum, og Peter Bredsdorff-Larsen staðfestir, at Føroyar eru á rættari kós.

Men har eru eisini ting, sum mugu betrast  - og helst skjótt.

- Í kvøld vísa slovenar, at teir eru meira royndir enn vit. 

Landsliðsvenjarin tekur saman um og hyggur frameftir í seinasti samrøðuni frá Unity leikhøllini, har Føroyar høvdu flottar løtur og vóru nær við at spæla seg til søguligt miðumfar. Men har tað ikki rakk.

---------------------------------------------------------------

3. og seinasta umfar í bólkinum
Týsdagin 20. januar
Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)

Les meira um hendan dystin og avleiðingarnar her

Føroyar - Slovenia 27-30 (15-16)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min:4-7
15 min: 5-8
20 min: 9-11
25 min: 11-13
30 min: 15-16
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-24
50 min: 22-25
55 min: 24-28
60 min: 27-30

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Allan Norðberg 1

Gagnnýtisprosent (skot/mál): 58 (27/46)

Til samanbeting hevði Slovenia 73 prosent (30/41) og uppaftur hægri í opnum spæli, tí liðið brendi trý bortsløst (Føroyar brendu 1)

Bjargingar:
Føroyar:
10/39 (Beint undir 25 prosent)

Slovenia: 14/41 (43 prosent) - harav bjargaði Miljan Vujovic 10 skotum. Teimum flestu  í 2. hálvleiki

Støðan í bólki D - tvey lið fara nú víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+13)
4. Montenegro 0 stig - úti *

* Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder