Fótbóltur

Átta føroyskir fjepparar í Montenegro

Nógvir heimaáskoðarar vera til EM-undandystin, men Høj-familjan, Súna Krossteig Hansen og trúfastur fjeppari úr Hoyvík eru eisini til staðar til Montenegro-Føroyar.

Gott lag á føroyskum fjepparum undan dystinum í Podgorica (Mynd: Sverri Egholm)

Gott lag á føroyskum fjepparum undan dystinum í Podgorica (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-08 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Bemax Arena verður klokkan 17 í kvøld karmur um annan dystin í EM-undankappingini hjá Føroyum.

Her eru ikki nógvir útiáskoðarar, men tey eru tó átta í tali, og tey hava verið savnaði á einari montegrinskari matstovu undan dystinum.

Talan er í stóran mun um Høj-familju, fólk sum eru í familju við ein av nýggjaru landsliðsspælarunum, Paula Høj.

Tey eru foreldrini hjá Paula, Barbara og Hans Martin, yngsta systurin Sólbjørt, mittasta systurin Katarina við unnusta Jónas Djurhuus og unga Baraldi. Hann er sonur Brynju Høj, elstu systurina hjá Paula sum er fyrrverandi landsliðskempa.

[object Object]
Pauli Høj spældi fyrsta kappingardystin fyri A-landsliðið mikudagin, tá Føroyar vunnu á Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr eisini: Pauli Høj stórfegnast um fyrsta kappingarmálið

Umframt tey var Súna Krossteig Hansen. Landsliðsprofilurin spælir dagliga við ZRK Buducnost í Podgorica, men er darvað av knæskaða og á høkjum í løtuni. Súna er unnusta lansliðsspælaran Paula Mittún.

Sí eisini: Súna hevur verið undir skurð - skal sita uttanfyri undir EM

Aldursforseti var hoyvíkingurin Ásvald Simonsen, sum millum annað hevur verið við at stovna H71. Vinnulívsmaðurin er vanur at síggja útidystir hjá landsliðnum.

[object Object] 
Fylgið við á Portalinum og FM1

-----------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)

1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig 

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder