Fótbóltur

Video: Samuel Chukwudi avgjørdi í evstu løtu

Landsliðsmiðverjin stútaði bóltin í netið til 2-1 í 95. minutti og skoraði harvið triðja málið fyri SV Reid í Eysturríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-23 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samuel Johansen Chukwudi spælir fulla tíð hvørja ferð fyri SV Reid í Bundesliguni í Eysturríki.

Sterki føroyski miðverjin stendur seg væl í sterku deildini, og sunnudagin skoraði Samuel Chukwudi avgerandi mál.

Tað var 1-1 í útidystinum móti bornliðnum Wolfsberger, tá Reid eftir 94 minuttir fekk hornaspark. Bólturin varð sendur tætt innfyri málið, og har var høgi havnarmaðurin hægstur.

Sí málið móti endanum av videobrotinum ovast  - ella á Youtube

2-1, trý týðandi stig og triðja málið hjá Samuel Chukwudi, síðani hann fór til Eysturríkis í summar.

SV Reid er á 6. plássið í Bundesliguni og kappast harvið um evropeisk pláss. Tríggir dystir eru eftir áðrenn jólasteðgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder