Fótbóltur

Vindurin spælir fótbóltinum eitt puss

Tveir dystir eru avlýstir seinnapartin. Men í Runavík og í Havn eydnaðist at avgreiða dystirnar, sum ávikavist endaðu við 3-0 sigri til KÍ og javnleiki millum B36 og Víking.

Í Gundadali endaði málleyst 0-0 (Skíggjamynd: Tv.fo)

Í Gundadali endaði málleyst 0-0 (Skíggjamynd: Tv.fo)

2022-10-02 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

24. umfar var sett at vera avgreitt í dag, men tað er greitt, at tveir dystir ikki kundu spælast orsakað av nógva vindinum.

Á Argjum, har AB og Skála skuldu spæla, varð dysturin avlýstur stutt undan dystarbyrjan, og í Streymnesi har 07 Vestur var á vitjan hjá EB/Streymi vóru 56 minuttir leiktir áðrenn dómarin valdi at bríksla dystin av.

Ógreitt er nær hesir dystirnir verða leiktir.

Av teimum dystunum, sum skuldu byrja klokkan 15 eydnaðist at avgreiða tveir. Í Runavík var KÍ, sum longu er meistari, á vitjan. Tað var leingi áðrenn klaksvíkingar fingu hol á, men eftir ein tíma legði Heini Vatnsdal KÍ á odda. KÍ vann dystin 3-0.

Í Gundadali B36 og Víkingur. Talan var um ein taman dyst, sum endaði málleysur, 0-0.

Fimti og seinasti dysturin í hesum umfarinum fór í gongd klokkan 17. Tað er HB, sum tekur ímóti B68 á Tórsvølli.

NSÍ - KÍ 0-3 (0-0)
60’ Heini Vatnsdal 0-1
74’ Valerijs Sabala 0-2
82’ Árni Frederiksberg 0-3

B36 - Víkingur 0-0

EB/Streymur - 07 Vestur (Avblástur í 56. minutti)

AB - Skála (Útsettur stutt undan dystarbyrjan)

HB - B68 (Byrjaði kl. 17)

Støðan Betri deildin

1. KÍ 68 stig (FM-vinnari)
2. Víkingur 51 stig
3. HB 49 stig*
4. B36 37 stig
5. EB/Streymur 32 stig*
6. 07 Vestur 23 stig*
7. B68 21 stig*
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig*
10. Skála 9 stig*

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder