Annað

Vingegaard súkklaði seg í gult í Alpunum

Suvereni slovenin, Pogacar, kláraði ikki at fylgja við lítla og lætta dananum í dag.

25 ára gamli Jonas Vingegaard súkklaði seg í gult í Tour de France í dag (Mynd: EPA)

25 ára gamli Jonas Vingegaard súkklaði seg í gult í Tour de France í dag (Mynd: EPA)

2022-07-13 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag var 11. teinur í súkklukappingini Tour de France súkklaður. Og talan var um ein harðan túr upp um fleiri fjøll í alpunum. 152 kilometra langi teinurin í dag, har súkklararnir skuldu vinna á fjøllunum Col du Télégraphe, Cul du Galibier og at enda Col du Granon Serre Chavalier, verður mettur sum tann harðasti í ár.

Og ungi danski súkklarin, Jonas Vingegaard, sum heilt óvæntað gjørdist nummar tvey í Tour de France í fjør, vann í stórum stíli. Bæði dagsins tein og gulu leiðslutroyggjuna.

Tann annars so suvereni slovakin, Tadej Pogacar, sum vann í fjør og súkklaði í gulu leiðslutroyggjuni í dag, megnaði ikki at fylgja við.

Hann varð undir hørðum trýsti á teimum fyrstu fjøllunum har liðfelagarnir hjá Vingegaard pressaðu hann hart fyri at verja leiðslu sína. Og tá brekkan var allar brattast á seinasta fjallinum í dag leyp Vingegaard á, og Pogacar megnaði ikki at fylgja við.

Vingegaard streyk frá øllum, eisini teimum, sum tá vóru frammanfyri, og vann teinin 2 minuttir 51 sekund framman fyri Tadej Pogacar, sum kom inn sum nummar 7. Áðrenn kappingina í dag var Pogacar 39 sekund framman fyri danska vinnaran í dag.

Við flotta sigrinum súkklaði Jonas Vingegaard seg í gulu troyggnuna, sum fyrsti danin í 15 ár. Hann er nú 2 minuttir og 16 sekund framman fyri franskannin Bardet og 2 minuttir og 22 sekund framman fyri Tadej Pogacar.

Men tað eru nógv høg og brøtt fjøll eftir at súkkla áðrenn vinnarin í ársins Tour de France vinnari kann kjósast á Champs Elysses í Paris 24. juli. Tí í morgin eru aftur trý høg fjøll aftur á skránni har málið er á legendariska fjallinum Alpe d’Huez.

Hetta var annar dagur á rað, at ein dani vann í Tour de France. Í gjárð var Magnus Cort Nielsen skjótastur á teininum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder