Fótbóltur

Vit koma undir trýst sunnukvøldið

Tað væntar Håkan Ericson um dystin móti Turkalandi í annaðkvøld. Hann sigur, at dysturin og harða mótstøðan helst fer at minna um dystirnar móti Danmark og Skotlandi.

Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-24 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska landsliðið hevur ikki tapt í tríggjar dystir, og tað skal helst halda fram í morgin tá seinasti dysturin í Nations League á hesum sinni verður á Tórsvøll í annaðkvøld.

Oddaliðið í okkara bólkið, Turkaland, er á vitjan og tað verður ein trupul dystur, væntar høvuðsvenjarin, Håkan Ericson.

- Turkaland hevur eitt sera gott lið. Vit vænta nógv trýst, og at teir fara at hava bóltin nógv. Men hinvegin ætla vit at verja væl, segði Håkan Ericson á tíðindafundi á Tórsvølli seinnapartin.

- Hetta fer at minna um dystirnar móti Danmark og Skotland á heimavølli, segði hann.

- Úrslitið er ikki avgerandi, tí vit eru longu tryggjaðir í deild C, men vit vilja altíð fáa best møguliga úrslitið, segði Håkan Ericson.

Dysturin Føroyar-Turkaland verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 sunnukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder