Fótbóltur

Vunnu fyrstu stigini

Ein 2-1 sigur ímóti HB hevur við sær, at felagsliðið AB/B71 hevur tryggjað sær síni fyrstu stig.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-09 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagsliðið AB/B71 hevur seinnapartin vunnið síni fyrstu stig. Tað gjørdu argja- og sandoyarkvinnur tá nummar fimm við 30 stigum, HB, og aftasta lið í deildini við null stigum hittust Inni í Dal á Sandi.

HB legði seg annars á odda í 45. minutti, men í seinna hálvleiki var tað heimaliðið sum trýsti. Tá 77 minuttir vóru leiktir bragdaði, og Rebekka Katrine Klein Olsen javnaði fyri AB/B71. Lítla løtu seinni, í 81. minutti legði Judith Rasmussen heimaliðið á odda.

HB megnaði ikki at svara aftur, og AB/B71 vann sær trý stig.

AB/B71 - HB 2-1 (1-0)
45’ Ása Stórá Carlsen 0-1
77’ Rebekka Katrine Klein Olsen 1-1
81’ Judith Rasmussen 2-1

Hini liðini í deildini spæla í morgin.

07 Vestur - NSÍ (Sunnudagin kl. 14:00)
EBS/Skála - Víkingur (Sunnudagin kl. 17:00)
B36 - KÍ (Sunnudagin kl. 17:00)

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 43 stig (19 dystir)
2. EBS/Skála 38 stig (19 dystir)
3. NSÍ 36 stig (19 dystir)
4. Víkingur 32 stig (19 dystir)
5. HB 30 stig (20 dystir)
6. B36 26 stig (19 dystir)
7. 07 Vestur 12 stig (19 dystir)
8. AB/B71 3 stig (20 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder