Fótbóltur

Zlatan á veg til AC Milan

Sambært Sky Sports Italia er Zlatan Ibrahiovic samdur við AC Milan um ein sáttmála fram til summar, við møguleika fyri, at leingja við einum ári.

Zlatan Ibrahimovic er á veg til AC Milan, sum hann spældi fyri frá 2010-12 (Mynd :EPA)

Zlatan Ibrahimovic er á veg til AC Milan, sum hann spældi fyri frá 2010-12 (Mynd :EPA)

2019-12-26 21:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Framtíðin hjá svensku fótbóltsstjørnuni Zlatan Ibrahimivic sær út til at vera komin uppá Pláss.

Fleiri italienskir miðlar, harímillum Sky Sports Italia, skriva at AC Milan OG Zlatan eru samdir um ein sáttmála fram til summarsteðgin við møguleika fyri, at leingja við einum ári.

Miðlarnir skriva at Zlatan væntandi verður kunngjørdur sum AC MIilan leiakari innanfyri teir næstu 48 tímarnir.

38 ára gamli Zlatan Ibrahimovic spældi við AC Milan frá 2010 til 2012. Hann er uttan sáttmála í løtuni eftir at sáttmálin við LA Galaxy gekk út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder