Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði fyrrapartin sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Svøríki á Tórsvølli.
Eftir venjingina var tíðindafundur í B36-húsinum. Landsliðvenjarin Lars Olsen segði, at lagið í hópinum var gott, og leikararnir vóru væl fyri og spentir til dystin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/04/615x455/lars-olsen-1.jpg)
Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
58-ára gamli danin vísti eisini á, at Svøríki líkjist Norra í leikhátti:
- Eg kenni væl svenska liðið, og stílurin minnir um hann hjá Norra, ið vit spældu ein sera góðan dyst ímóti seinast. Tíverri fingu vit ikki stig burturúr tí.
Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)
Atli Gregersen endurtók boðskapin um, at teir á føroyska liðnum gleða seg til uppgávuna, og hann segði, at teir skuldu royna at halda stigini í Føroyum
Portalurin spurdi Lars Olsen, hvussu støðan var á málmansplássinum, har kappingin tykist at vera harðari enn vanligt. Gunnar Nielsen hevur verið skaddur og ikki spælt síðani í mai, men hevur royndirnar. Teitur Matras Gestsson spældi seinast, og hevur serligar dygdir í spælinum við beinunum. Kristian Joensen tykist at vera í stórform í løtuni:
- Vit hava tosað um tað, áðrenn vit samlaðust. Kappingin hevur verið hørð, og vit hyggja uppá tað í dag og avgera tað seinni, har málverjarnir síðani fáa boðini![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/04/615x455/venjing-10.jpg)
Kristian Joensen hevur seinastu mánaðirnar spælt sera væl fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani spurdu vit um Jóan Símun Edmundssson, sum í morgin spælir sín fyrsta landsdyst í næstan 11 mánaðir:
- Hann fer í øllum førum at spæla. Um tað verður sum fremsti maður ella sum álopskendur miðvallari, sum hann hevur spælt nógv í Bielefeld, kann eg ikki avdúka nú. Hann kemur at geva hinum sjálvsálit og gera teir betri, tí hann heldur so væl uppá bóltin og hevur so nógvar dygdir.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/03/615x455/landslidsvenjing-2.jpg)
Jóan Símun til venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Í kvøld venur svenska liðið, ið kom til Føroyar fyri løtu síðani, á Tórsvølli. Aftaná er tíðindafundur í B36-húsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald