Hondbóltur

European Cup 3. umfar: Føroysku liðini fingu oyruni í maskinuna

Neistin tapti við samanlagt 30 málum fyri sveisiskum liði á Hálsi, og hóast tað var frægari hjá H71 í Póllandi í dag, so varð munurin samanlagt 23 mál. VÍF fór út síðsta vikuskifti.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2026-11-15 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý føroysk kvinnulið byrjaðu í 2. umfari í European Cup, og øll vunnu seg víðari til 3. umfar í triðsterkastu evropeisku kappingini. Bæði Neistin og VÍF vunnu sínar dystir í Kosovo, meðan H71 vann samanlagt greitt á Dudelange úr Luksemborg í tveimum dystum í Hoyvíkshøllini.

Í 3. umfari harðnaði mótsstøðan tó munandi, og føroysku liðini - har samanlagt ikki nógvar evropeiskar royndir eru á - høvdu ongan livandi kjans samanlagt. Serliga ikki hetta vikuskifti.

Best gekst hjá VÍF, sum var í Slovakia síðsta vikuskifti. Vestmannakvinnur taptu tó við tíggju málum í seinna dystinum móti Slovan Duslo Sala og samanlagt við 15 málum.

[object Object]
Vestmannakvinnur stríddust væl í Slovakia, men tær hjá Slovan Duslo Sala vóru ov sterkar (Mynd: VÍF/AVA Photography)

Hoyvíkskvinnur vóru eisini á ferð. Tær spældu sínari dystir á uttanveltaðum vølli: Í Póllandi móti ukrainska HC Galychanka. Tá somu liðini hittust í hesi kappingini í 2022, var talan um ógvuliga tættan dyst á Hálsi. Men liðini eru øðrvísi nú, og H71 tapti við heili 15 málum í fyrra dystinum, sum var leygardagin. Í dag var frægari, men tað var skjótt 9-2, og hoyvíkskvinnur taptu samanlagt 46-69 í Póllandi.

Størst tapti Neistin, sum eisini hevði stóra uppgávu móti liði úr Sveis. Heimavallarfyrimunurin og fleiri góð ting tíðliga í fyrra dystinum fríggjakvøldið, hjálpti nakað. Tað endaði 22-29, men leygarkvøldið stóð 45-23 á máltalvuni til LK Zug. Samanlagt 30 mál á muni

Video: Avsmurningur í seinna European Cup-dystinum á Hálsi

3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Neistin – LK Zug Handball (á Hálsi) 45-74

HC Galychanka – H71 (Bilgoraj, uttanveltaðum) 69-46

HK Slovan Duslo Sala - VÍF  (Sala, Slovakia) 65-50

Harvið er einki føroyski kvinnulið eftir í evropeiskari kapping hendan veturin. Menninir hjá H71 fáa tó spenandi vitjan úr Póllandi í 3. umfari í European Cup næsta vikuskifti: Leygardagin 21. november og sunnudagin 22. november.

Portal Play vísir báðar dystirnar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder