
Sjey mál uppá níggju royndir móti besta liðnum í Serbia í løtuni. 18-ára gamli høgri bakkurin tók ábyrgd á ymsan hátt, tá StÍF í gjár royndi seg móti HC Vojovdina í European Cup.
Pauli Rasmussen gjørdist toppskjútti í dystinum í Serbia, og fær kraftmikli ungi maðurin aftur virðismiklar royndir, tá Vojvodina tekur ímóti í seinna dystinum sunnukvøldið.
Sí eisini: StÍF stríddist móti yvirveldinum í Serbia
Longu á A-landsliðnum - besti spælari í deildini
Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot á besta liðið barndómsfelagsins síðsta kappingarár, og StÍF-spælarin hevur eisini víst seg fram til tvey endaspøl við ungdómslandsliði (U06).
Pauli Rasmussen, uttast til høgru, undan endaspælsdysti (Mynd: EHF)
Um tvær vikur tekur Pauli Rasmussen fetið upp, tá hann skal við A-landsliðnum til stóru EM-fyrireikingarkappingina Golden League.
Umframt vertirnir, bíða Niðurlond og Danmark, og í Noreg kann bakkurin av álvara vísa seg fram fyri venjaratoymi og øðrum. Og Peter Bredsdorff-Larsen, sum í sínari tíð hevur tikið fáar spælarar úr føroysku kappingini út til landsliðið, dylir ikki fyri, at hann sær nakað stórt í unga strandinginum:
- Í minari verð er Pauli Rasmussen tann besti spælarin í føroysku kappingini beint nú. Hann hevur nógv stór avrik fyri StÍF og er ógvuliga væl fyri. Skal arbeiða hart víðari fyri at halda fram við menningini.
Hetta staðfesti A-landsliðsvenjarin, tá Portalurin um mánaðarskifti tosaði við hann um úttøkuna
Les meira: Bredsdorff: - Fegnuir um at tað er so stór kapping um plássini
Peter Bredsdorff-Larsen peikaði á Paula Rasmussen og Høgna Heinason úr føroysku kappingini. Umframt teir er Pauli Høj eisini við A-landsliðnum á fyrsta sinni. Hetta verður gott høvi hjá teimum at vísa seg fram, sigur høvuðsvenjarin.
Pauli Rasmussen heiraður fyri síni góð avrik fyrsta partin av kappingarárið - hann er eisini úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni (Mynd: SMS)
Pauli Rasmussen varð eisini kostin sum besti spælari í Burn-deildini fyri fyrsta mánaðan. Ungi spælarin hevur, sambært HandbalStatz, greitt flest leik mál eftir fimm umfør - hetta eru mál í opnum spæli (ikki brotskøst) og Pauli hevur skorað 36. Hetta svarar til beint yvir sjey mál í miðal.
Næstur honum eru liðfelagin Trúgvi Hávardsson, sum helst eisini er eitt A-landsliðsevni, og Fríði Weyhe úr KÍF. Trúgvi spældi eisini væl í Serbia í gjár við seks málum og seks uppleggum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald