- Av øllum týdningarleysum tingum er fótbóltur tó eitt hitt týdningarmesta.
Hetta vísti Ovi Brim próstur á, tá manslandsliðið í fótbólti vitjaði á Biskupsgarði fyrrapartin. Talan er um endurgeving av Jóhannes Páll páva II:
Seinnapartin spæla Føroyar avgerandi Nations League-dystin móti Moldova á Tórsvølli. Áðrenn dystin vóru spælarar og toymið bodnir á Biskupsgarð í Havn.
Fólkakirkjan skrivar, at har bjóðaði bispur vælkomin, Ovi Brim, próstur hevði eina stutta framløgu, og vísti m.a. á hvussu stóran týdning spælarnir hava sum fyrimyndir fyri føroyskan ungdóm.
Føroyar og Moldova spæla á Tórsvølli klokkan 15. Fylgið við á FM1 og Portalinum frá klokkan 13.30
Sí myndir, sum Fólkakirkjan tók fyrrapartin, her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald