Annað

Kvikk aftur á sigurskós í Funningsfirði

Kvikk aftur á sigurskós í Funningsfirði – sera javnt í landskappingini.

2026-11-16 14:25 Author image
Innsent
placeholder

Eftir ein minni góðan kappingardag í Húsavík varð Kvikk hjá Jónstein Petersen aftur á fyrsta plássi, tá ið seyðahundakapping varð hildin í Funningsfirði. Samstundis harðnar stríðið um landsliðsplássini, har bert fimm stig skilja nummar eitt og nummar fimm í samlaðu landskappingini.

Kappingin fór fram í kulda og grovum kavaælum, ið gjørdu umstøðurnar krevjandi hjá bæði hundum og hundaførarum.

Kvikk vann við 90 stigum av 110 møguligum. Moss hjá Tummas Jacobsen gjørdist nummar tvey við 83 stigum, meðan Kelly hjá Onna Sofíu Fjallheim endaði á triðja plássi við 74 stigum.

Kelly og Gripur høvdu bæði 74 stig, men Kelly tryggjaði sær triðja plássið við fleiri stigum í OLF (outrun, lift og fetch), har Kelly fekk 42 stig móti 37 hjá Gripi.

Úrslitini í Funningsfirði:

Jónstein Petersen – Kvikk: 90 stig
Tummas Jacobsen – Moss: 83 stig
Anna Sofía Fjallheim – Kelly: 74 stig
Jónstein Petersen – Gripur: 74 stig
Tóroddur Vang – Svan: 67 stig
Petur Hans Vinter – Kemi Jack: 66 stig
Ketty Vinter – Tara: 64 stig
Hørð kapping um landsliðsplássini

Kappingin um tey fýra landsliðsplássini er sera spennandi. Eftir kappingina í Funningsfirði eru bert fimm stig frá fremsta hundinum niður til nummar fimm í samlaðu landskappingini, og frá fjóra til tíggjinda pláss eru einans seks stig.

Í hvørjari kapping fáa teir sjey fremstu hundarnir stig. Vinnarin fær sjey stig og niður til nr, 7 sum fær eitt stig. Við so lítlum muni millum fremstu hundarnar kann hvør einasta kapping fáa avgerandi týdning fyri, hvørjir fýra hundar at enda sleppa at umboða Føroyar til NM og EM komandi ár.

Seyðahundasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder